Kjak

Klumman: 71 ára gamal ansar mammu síni

2019-10-18 11:19 Author image
Karin Kjølbro

Samstundis sum vit hava eina skipan, har fólk hjá tí almenna skulu gevast á arbeiðsmarknaðinum, tá tey eru 70, boðar ein 71 ára gamal í Vágum frá, at hann má ansa og ambæta 95 ára gomlu mammu síni, sum leingi hevur verið skrivað upp til ellis- og røktarheim uttan at hava fingið pláss. Sum skilst, vil 71 ára gamli sonurin royna at halda út; óført, men hetta er neyvan tað, hann hevur hugsað sær, og enn minni tað, mamman hevur droymt um.

Hetta minnir meg um eina konu, sum var við á fyrsta holdinum í Føroyum, sum fekk prógv sum heimahjálpari. Henni dámdi tað væl, og so væl var skipað, at tey, hon skuldi taka sær av, búðu í nánd av henni. Minnist, at hesin heimahjálpari helt ikki, at øll tey gomlu, sum búðu inni hjá børnunum, høvdu tað nóg gott, tí báðir partar møddust. Nevnda heimahjálp var tí tilvitað um, at hon skuldi á heim fyri gomul, tá hon hevði tørv á tí. Hon fór sostatt sjálv og skrivaði seg upp; tá var hon fyrst í 80-unum.

Haldi meg minnast, tá ellis- og røktarheimið í Vágum var bygt. Haldi tað var um 1970. Hevði ein samstarvsfelaga tá, ið hevði eftirlit við menningartarnaðum har vesturi. Hann var kommunuskrivari og serstakliga errin av, at tað var eyðnast kommunum har vesturi at vera í felag um røktarheimið, sum sá so stak væl út har á Sýnini, og har vóru nógvar konur, sum slóðaðu fyri til tess at gera hetta heim til veruleika, eins og verið hevur ymsastaðni í Føroyum. Men so er tað tað: var hatta til tørvin fyri 50 árum síðani, so er greitt, at har er ov lítið pláss í dag, hóast tað munar, at Ivansa hús er komið aftrat.

Minnist ein mann frá mínum foreldraættarliði. Hann segði tað so vakurt, at tá hjún eru vorðin gomul og konan doyr fyrst, so átti Várharra at skipað soleiðis fyri, at maðurin eisini doyr, tí hann klárar seg als ikki einsamallur. Í tí førinum var heim hansara gjørt til búfelagsskap fyri 4 eldri fólk.

Havi hugsað um hesi viðurskifti í seinastuni. Men givið er, at tað átti at verið okkurt, sum liggur millum tað at búgva hjá sær sjálvum og at búgva á ellisheimi/røktarheimi. Nú hugsi eg ikki um tað modellið, at vanlig sethús verða gjørd til bústovn hjá fleiri. Eg kundi hugsað mær ein búfelagsskap, sum varð bygdur til gomul fólk, har hvør hevði sína íbúð við køki, stovu, kamari og baðirúmi og haraftrat ymisk felagshøli.

Eiga vit okkara egna bústað í dag, so átti at verið grundarlag fyri kapitali at byggja fyri, har vit gera ein felagsskap, ið stendur sum byggiharri. So kundu vit kanska glett okkum til at fingið eina fitta íbúð at hugna okkum í millum javnaldrar, hjálpt hvør øðrum og framvegis havt kenslu av, at vit vóru hjá okkum sjálvum, ístaðin fyri at stúra fyri at gerast gomul og kanska eisini at liggja egnum børnum til byrðu.

Í hesum árum er byggimarknaðurin overvaður, so hesir tankar gerast ikki veruleiki fyribils; og tað er spell, tí okkurt bendir á, at okkara gomlu í meðal eru nógv fleiri ár á ellis- og røktarheimi enn í grannalondunum. Orsøkin kann hugsast at vera hon, at tey koma ov tíðliga hagar, tí verulig millumloysn ikki er tøk.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður