Klumma: Sum ein nál í eini sátu

2016-07-04 20:27 Author image
Sigmund Vang

Kenna tit bøkurnar um Herviliga Henry? Har eru nakrir persónar umframt Henry, ið ganga aftur í bókunum. Erkafíggindin hjá Henry, ein av teimum, er Droya Drós. Hana havi eg mangan samanborðið meg við, uttan at siga tað hart. Hon er ikki júst sjarmerandi, men sera droy. Og soleiðis var eg, fyrr. Ikki nú, hóast onkur av eyðkennunum spøkja, tá eg komi undir trýst. Men í løtuni samanberi eg meg við Ekkafulla Egga? Hann er av tí nervøsa slagnum.

Maður mín fór av landinum í morgun. Hann fór við pápa sínum til Turkalands at fáa seinastu tingini uppá pláss í sambandi við onkra íbúð. Eg sigi onki um hvør hevur keypt íbúðina, tí so fara øll bara at royna at gera seg væl knappliga.

Eg hugsaði áðrenn hann fór, at tað er ikki so galið at fáa tíð til sín sjálvan viðhvørt. Sat og hugleiddi um hvussu ongin fór at blanda seg í, um klæðini ikki vóru samanløgd, ella um køkurin fleyt. Ongin viðmerking um, at eg burdi farið í gongd við hetta og hatta, nú eg havi tíð, ongin viðmerking um nakað sum helst. Fransbreyð til náttarða, kanska ein royk uttan at nakar sá, kanska heimagjørt “koldskål” við nógvum kalorium fyri triðju ferð á rað hesa vikuna, uttan viðmerking.

Klumman hesuferð skuldi eita “feriumode”. Hon skuldi snúgva seg um, tá man hevur tríggjar vikur eftir, áðrenn man sjálvur fer í feriu, meðan heilin longu er farin. Hon skuldi snúgva seg um, hvussu man nýtur at síggja hvølparnir snuða leingi undir dýnuni, uttan at skula vekja teir, tá man sjálvur fer til arbeiðis, og gleðin av at síggja óskilið heima, tá man kemur aftur frá arbeiði, og teir enn ganga í náttklæðum. Men tað má blíva næstu ferð, tí nú fekk eg eini boð frá manninum. Hann deildi eitt leinki, sum vísur, at lufthavnin í Istanbul, har hann, saman við svigerfar, skuldi lenda seinni í nátt, hevur verið undir álopi. Tveir menn hava sprongt seg sjálvar í luftina og fleiri hava fingið skaða. Í seinastu klummu, nevndi eg okkurt um, at man onkuntíð kundi hugsað sær at tveitt mannin til skips, men akra at fara at tveita hann í “løvens hule”, tað var ongantíð ætlanin. Og hóast hann ikki er stúrin og sigur, at sannlíkindi fyri at fáa ein hjartatilburð í flogfarinum á veg til Turkaland eru størri, enn at verða raktur av einum bumbuálopi, so dámar mær onki. Tað er eitt sindur sum fyrr, tá man bað onkran, sum fór til Danmarkar, heilsa onkrum, sum man visti búði í Danmark, hóast sannlíkindini fyri at møta viðkomandi millum allar milliónirnar, var í so lítil.

Soleiðis hugsi eg nú, shit also, Turkaland er eitt vandamikið stað, hóast “staðið” hýsir 75 milliónum og hevur eina stødd upp á 783.562,38 km². So sannlíkindini fyri, at júst mín elskaði verður raktur, er sum at raka eina nál í eini ovurstórari sátu. Men hinvegin...so er tað mín nál, og eg vil fyri alt í verðini hava hana heim aftur í øllum góðum.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður