Kjak

Klumman: 1 – 0 til Mórus

2020-08-13 17:50 Author image
Poulina Slættanes

Fyrsti skúladagur stendur fyri framman hjá børnum, sum fødd eru í 2013. Í gerandisdegnum hjá teimum verður nú eitt stórt umskifti. Hóast tey flestu minnast lítið frá sínum fyrsta skúladegi, so hevur mann upplivað mangan fyrsta skúladag hjá fittum, tannleysum børnum, sum í fínari skúlatroyggju og tasku á rygginum møta í skúlagarðinum. Børn, mann einki eigur í. Jú, henda dagin linkar onkunsvegna tætta takið millum barn og móðurfang.

“Renn avstað tú skalt í skúla”, sungu vit. Veit ikki, um tað verður runnið so nógv longur, tí so nógv koma sitandi til skúlaportrið. Og mangan gevur eingin sær rættiliga far um, at skúlaklokkan ringir. Tað stundisliga er mest sum ikki galdandi, tí ferðslan er øgilig tíðliga á morgni. Í høvuðsstaðnum í hvussu so er.

Fittar eru søgurnar hjá Mads A. Winther og Heðin Brú um fyrsta skúladag. Hvussu smádreingirnir finna uppá at samanbera skapið av bókstavum og tølum við onkran lut í dagligdegnum. Og so garterilsið í fríkorteri og onkrari løtu, tá lærarin er farin at salta grind ella sita hjá kúgv, sum skuldi kálva. Talan er um einalærara í lítlum bygdaskúla. Skemtiliga siga teir frá, hvønn holdning tíðin hevði til skúla og menning av samfelagnum. Best var jú at verða hildin til nyttuna, hitt kundi koma seinni. Áðurnevndu høvundar minnast skúlatíðina sum ein hurluvasa og lammeterilsi. Alt skuldi lærast, terpast, skrivast og syngjast á donskum. Lúsingar og oyrafikur vóru vísar, dugdi man ikki setningin.

Tíbetur er hetta ein farin tíð. Nú verður farið vandaliga um viðkvomu barnasálina. Hoyri ofta sagt, hvussu væl børn duga bókstavir við skúlabyrjan í mun til fyrr. Giti, hví so er. Ljósreklamur eru litríkar og lýsandi við alkyns orðum og setningum. Bilarnir hava nummarplátur við øllum hugsandi bókstavum og tølum. Búmerkir taka børnini til sín og hava onga hóming av, at tey læra ótilvitað, tí einki trýst liggur á teimum. Ítróttarfólkið hevur stuðulsnøvn á bringu og ryggi, og tað fremur innlæringina. Í so máta vóru vit frá “old school” við skerdan lut. Á øllum bilum stóð tá FØ, so teir báðar dugdu vit.

Eitt sindur ræðandi at lesa um, hvussu myndugleikarnir revsaði ein, ið ikki dugdi s fyri k í farnu tíð. Dugdi ein ungdómur ikki sín barnalærdóm, fingu hesi ikki prestsins hond á høvdið, og tað var mangastaðni bæði synd og skomm. Drongur skuldi jú vera skikkaður at fara á skipsdekk og vera fulltikin fjall- og bjargamaður, og í øðrum lagi pínligt at sita eitt ár yvir og vera bæði stórur og sterkur og ikki fáa vælsignilsið, ið myndugleikin ásetti.

Søgan um Mórus, ið ikki slapp gjøgnum nálareygað, gloymir man ikki so. Tað gav at bíta upptøkudagin, tá hann skuldi endurgeva bíbliuørindið úr Jóhs. 1.29: Se Guds lam som bærer bort verdens synd osfr. Stígur kom í hjá Mórusi. Kom ikki longur. Hann minntist ikki og kundi ikki fullføra. So var ikki annað at gera enn at bíða eitt ár, til hann dugdi sín setning. Hann stavaði og las dúgliga uppá, og umsíður kom tað hartil, at nú mátti svíða sum svøllur. Prestur, ið rímiligvís var danskari, fegnaðist, og fermingardagurin upprann. Har stóð Mórus, fróur og frælsur til reiðar at standa royndina. Nú var løtan. Hann leggur út klárt og týðiliga: Se Guds gimber, som bærer bort verdens synd osfr. Prestur harkar og verður eitt sindur illa við og biðjur Mórus endurtaka bíbliuørindið úr Jóhannusar evangeliinum. Og hann tekur uppaftur: Se Guds gimber ..

Nú teskar prestur: “Mórus, se Guds LAM”. Lestrarbarnið lat sær ikki siga tvær ferðir: “Noy, prestur, lamb í fjør er gimbur í ár. Tað fer eingin skeivur av – heldur ikki her í Harrans húsi.“

Har gjørdist tøgn. Mórus stóð royndina og gjørdist av bestu bjarga- og fjallmonnum.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður