Kjak

Klumman: Tað er ikki so ringt hóast alt

2020-07-23 15:30 Author image
Sveinur Tróndarson

Vit menniskju hava tann eginleikan, at vit ofta hava lætt við at síggja øgiliga svart upp á tað heila. Tað gav at bíta, tá landið fyri nøkrum mánaðum síðan fór niður í ferð, tí vit, sum restin av heiminum, vóru rakt av einari farsótt, sum legði allan heimin lamnan.

Orsøkin var tann einfalda, at eingin kendi nakað til henda óbodna gestin, sum óboðin kom at vitja okkum, og tí vistu vit heldur ikki, hvussu vit skuldu fara við honum.

Allíkavæl, og kanska júst tí, blivu fólk bangin, tí her var nakað ókent, og tað tyktiskt beinleiðis, sum fólk hildu, ja, her er nakað ókent, og so má tað vera vandamikið.

Tað var tað eisini, men serliga fyri eldri og veik, sum vóru øgiliga væl vard.

Hyggja vit so eftir, hvussu avleiðingin av øllum var, so er niðurstøðan, at vit sum samfelag sluppu ómetaliga væl frá ósjónliga gestinum. Í fyrsta umfari vórðu 187 fólk rakt, av teimum fóru nøkur á sjúkrahús, men eingin endaði í respirator og, uppaftur betur, eingin doyði av sjúkuni.

Mált uppá títtleika í mun til fólkatalið, vóru Føroyar hart raktar. Ein av orsøkunum kann vera, at vit eru hvørjum øðrum so tætt, at vit á tann hátt hava lættari við at spjaða smittuna runt. Tað er eisini tað, sum heilsumyndugleikarnir ávara ímóti.

Tá tað er sagt, so hevur tað ikki heilt so galið kortini.

Gamaní máttu vit seta ferðina niður, so tamarhald kundi fáast á smittuni, men tann ætlanin virkaði ómetaliga væl. Tí smittan hvarv og tí hava vit kunna ferðast nógv meira frítt í okkara landi enn man hevur kunna gjørt í øðrum londum.

Men smittan kemur aftur, siga tey. Og vit eru so líkaglað, at hon heilt vist fer at raka nógv harðari aðru ferð.

Tí seinna ivist eg í, men tí fyrra eri eg vísur í.

Ja, tað er ógvuliga sannlíkt, at smittan fer at koma aftur, og í løtuni er hon eisini her, tí útlendsk ferðandi ikki vistu av, at tey vóru smittað.

Orsøkin til, at eg ikki haldi tað fer at vera líka ringt hesaferð er, at nú vera fólk kannað. Og myndugleikarnir hava royndir í at handfara smittuna, hesaferð mest sannlíkt uttan at stongja alt landið.

Hetta eru bara metingar – ella gitingar – frá mínari síðu, men eg havi alla grund til at trúgva, at vit eru áhugað í at verja okkum sjálvi, okkara eldru og veiku og okkara samfelag sum heild.

Tað er ikki altíð neyðugt at mála hin grábeinta á veggin fyri at fáa fólk at lurta. Onkuntíð hjálpir tað, og onkuntíð ger tað bara støðuna verri. Í hesum føri man tað skilabesta vera, at siga sum er og tosa virðiliga við fólk.

Góða – koronafría – ólavsøku.

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður