Klumman: Sektin

2016-06-11 11:14 Author image
Dimma

At verða vælkomin júst sum ein er, tjúkkur, klænur, klókur, minni klókur, fittur, arrogantur, maður, kvinna, føroyingur, dani, japanari,“you name it”, at kunna møta upp sum tann tú er, er... lat meg kalla tað... dragandi.

At vera partur av einum størri felagskapi, har tey, ið ganga fremst, leiða vegin fyri teimum, ið ganga aftast, har tey, ið ganga framvið einum, klappa einum á ryggin og siga “ikki missa mótið, tú kemur á mál”, og “tað kenst bestemt ikki lætt, men hang í, tað er alt stríðið vert” ella “tað er ikki málið í sær sjálvum, men leiðin fram til málið, ið er avgerandi. Halt fokus, og gakk”.

“Minst til orðini hjá Kirkegaard”, segði uppaftur onkur, “ongin tanki er so tungur, at tú ikki kann ganga undan honum”. Og frammanfyri mær gingu hundraðtals onnur, onkur skundandi, onkur smárennandi, øll í líknandi pløggum, og chipmerktum skóm. Felags fyri tey øll var, at tey gingu somu leið, í sínum egna tempo, og at tey, ja eg við, øll vóru talmerkt.

Og eg kom at hugsa um “moon-rørsluna,” sum eg altíð havi hildið verða so óhugnaliga við síni heilavaskandi profeti og sínum hópvígslum. Og nú var eg knappliga ein av teimum, ið fylgdi hinum, ið gingu frammanfyri. So upplyft, at eg kendi meg lætta á fótum og fekk hug til at renna. Hitin frá sólini fylti likamið og sálina, og gjørdu annars, til tíðir tungu, sporini nógv lættari at stíga. Og fleiri ferðir hoyrdi eg navn mítt verða rópt upp í eini heilsan av “hey! Fekst tú eitt pláss? Deiligt!” og smílini rukku frá øðrum oyranum aftur til hitt. So eg rann, tí eg fekk ikki latið verða. Eg tók av, við hvørt “pitstop”, tí eg kundi ikki annað enn trúgva, at eg hevði brúk fyri hvørjum einasta dropa av drúvusukri, ið eg fekk bjóðað.

Eg rann fram til hinar, heilsaði og fylgdist við teimum eina løtu, rann so aftur, og kom fram til hinar, ið høvdu verið frammanfyri allatíðina. Kenslan av at hoyra til, bleiv so smátt avloyst av eini aðrari ráðaríkari kenslu. Eina meiri “eg skal nokk koma framum tykkum” kenslu, ið uppaftur bleiv avloyst av eini “eg skal nokk fáa tey at halda, at eg slett ikki kenni meg troytta, og at hetta er nakað, eg eri púra roynd við” kenslu, til eina “EG eri fantastisk!” kenslu, til chippið skrásetti, at málið var nátt við tíðini 03:27:21.

Áh ein fantastisk kensla!

Eg royndi at síggja út sum, at hatta ikki var nógv at snakka um, og at eg líka mátti strekkja út, eftirsum musklarnir vóru brúktir nakað, meðan eg hugsaði um, hvussu tramin eg kundi hava so ilt í ørmum, mjadnum og ryggi, tá eg eftir røttum átti at hava brúkt beinini?? Eg fekk mær vatn og lætst fylgja við, hvør kom næstur inn um málstrikuna, meðan eg í roynd og veru hugsaði “gang upprætt, vissi tú setir teg á handan betonggarðin, klárar tú ikki at reisa teg aftur”.  

Triðja dagin eftir, eri eg enn ikki gongufør. Men eg ætli mær heilt víst við aftur næsta ár!

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður