Heimatíðindi

Klumma: Við Postbátinum til Palapu

2019-06-21 12:03 Author image
Karin Kjølbro

Við góðum rætti nevna mong hetta heimsins vakrastu sjóferð – við Hurtigruten úr Bergen til Barentshavið, Íshavið, markið til Russlands og aftur. Hugtakandi, at so fjølbroytt er í sama landi. Hetta við posti, farmi og fólkum minnir ikki sørt um ferðinar við mjólkarbátunum Sigmundi og Tróndi ella Immanuel til útoyggjar, hóast hentleikarnir als ikki kunnu samanberast. Í summum støðum bert steðgur í 10 minuttir og lagt so til rættis, at har tú legði at um náttina norðureftir, legði tú at um dagin suðuraftur. – Einar 30 bygdir. Hópur av smábygdum innímillum, sum livdu av tí, ið havið gevur. Kongakrabbarnir í Kirkenæs vóru veldigir og smakkaðu sera væl.

Teinurin er 4815 km, og har eru 239.057 oyggjar og 81.192 sker. Har, ið farið var í land, varð steðgað í nakrar tímar.  Jú, víst sóu vit norðlýsi og midnáttarsól. Bæði veður og lendi norðanfyri minti í mongum førum um Føroyar. Men Føroyar tykjast grønari. Smábygdirnar við ymiskum húsalitum, kai, mola og fiskahúsi, og eini kirkju átøk okkara bygdakirkjum, liggja og bera boð um stytstu leið til fiskimið. Og so hava vit verið í bæði Chicago (Honningsvåg) og París (Tromsø) fyri norðan. Heitini – tað fyrra, tí mangt vertshúsrokið var, tá fiskimenn úr ymiskum londum hittust.

Og so søgan um St. Bernhardshundin BAMSE, ið ferðaðist millum vertshúsini og legði labban á herðarnar á teimum, ið bardust, so teir sissaðust. Øll kendu hundin, og tí ferðaðist hann einsamallur og ókeypis við bussi. Seinni fór hann í kríggj við ánara sínum, ið var skipari á skotskum minustrúkara undir seinna heimsbardaga. Hundurin gjørdist ímyndin av norska frælsisstríðnum og doyði í Montrose í Skotlandi í 1943 av blóðtøppi. Tá hevði hann bjargað minst tveimum mannalívum. Skotar reistu stóran minnisvarða í bronsu av hundinum í 2006. Hann er jarðaður í Montrose, og hvílir soleiðis, at høvdið vendir móti Noregi. Øll skúlabørn høvdu frí, og 800 fólk fylgdu, og enska kongshúsið var við, tá minnisvarðin um Bamse var  avdúkaður í 2006 í Montrose. Í 2009 varð sami minnisvarði reistur á kaiini í Honningsvåg, har hann situr so mildur og góðsligur í enskari matróshúgvu.

At Tromsø ber heitið París fyri norðan er orsakað av, at tá sjómenn fóru til Suðureuropa við veiðu síni, so keyptu teir alt tað fínasta í mótavørum til konur, unnustur, mammur og døtur at hava heim við aftur til Tromsø. Býurin gjørdist tí beinleiðis til eina klædnamótaháborg. Í dag er Tromsø meira kendur fyri tað sera áhugaverda universitetið og alt tað áhugaverda, sum hongur uppií – m.a. Polaria, og so ikki at gloyma Íshavskatedralin, har vit vóru mong, ið fóru til frálíka midnáttarkonsert. Dómkirkjan, bygd í 1965, minnir um eitt ísfjall og sæst úr øllum ættum. Sera hábærslig stendur hon og lýsir, tá tú nærkast Tromsø. At hava vitjað sámar í Kirkenæs, sum liva saman við og av reinsdjórum, og víkingar á Bodø, sum fóru upp á gólv við Orminum Langa, verður seint gloymt.

Her er bert nevndur ein brotpartur um ferðina í mai í ár til Norðkapp. Tá orðið Palapu verður nevnt, er tað tí, at tá vit vóru børn, og onkur hevði hug at skrøgga, so var sagt, hasum kanst tú fara við til Palapu. Nógv ár seinni lærdi eg, at Palapu er til og er ein lítil býur í Nepal.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður