Kjak

Klumma: Veri høgt til loft, veri vítt til veggja

2020-01-31 12:40 Author image
Karin Kjølbro

Orðini eigur Hans Andrias Djurhuus. Hann bar tey fram í yrking, tá Sjónleikarhúsið í Havn varð vígt hin 10. desember 1926. Hann var formaður í nevndini í Havnar Sjónleikarfelagi frá 1930, og til hann andaðist í 1951, og ikki er tað av tilvild, at ein standmynd av hesi eldsál stendur uttanfyri sjónleikarhúsið.

Tað var í 1918, at Havnar sjónleikarfelag varð stovnað. Fyrsta mál á skránni var at byggja eitt sjónleikarhús. Tá var William Heinesen 18 ára gamal. Hann brendi alt sítt lív fyri sjónleiki og sat í áratíggju í nevndini har, og ikki er meira enn eitt hanagleiv frá standmyndini av Hans Andriasi til listaverkið Williami Heinesen til heiðurs. Søgan um Sjónleikarhúsið er ein góð søga. Í 1926 búðu 3.000 fólk í Havn. Hóast fáment eyðnaðist teimum uttan almennan stuðul at fáa húsini upp eftir bert 8 árum. Tey vóru mett at kosta 84.000 kr. Tað vóru konurnar í Havn, ið hildu basar og tombola á ólavsøku frá 1923, ið bjargaðu verkætlanini.

Hin 15. januar 1998, á føðingardegi William Heinesens, varð byrjað við Mentanarvirðisløn landsins, og í 2001 byrjaði Heiðursgáva landsins og Serstøk mentanarvirðisløn landsins, og í 2011 Virðisløn til ungt listafólk. Ongin teirra hevur verið latin á hvørjum ári. Sjálv handanin er farin fram ymsastaðni í landinum og alsamt á sama degi. Í ár skuldi handanin verða í sjálvum Sjónleikarhúsinum í Havn. Í tí sambandi fór eg at droyma um, at Havnar sjónleikarfelag fór at fáa virðisløn. Bøkurnar til Gaman og Álvara hjá Erlingi Isholm og Katrini Djurhuus eins og 2. bind hjá Hanusi Kamban um Hans Andrias sannførdu meg.

Úrslitið varð, at Simme Arge Jacobsen, Hanus G. Johansen og Forlagið Leirkerið (Flóvin Tyril) fingu handað hvør sína mentanarvirðisløn, ávíkavist Heiðursgáva landsins, Mentanarvirðisløn landsins og Serstøk virðisløn landsins. Allir høvdu tað so hjartaliga uppiborið og kundu havt rokkið hesum fyri langt síðani. Onkur hevur rukkað um, at virðislønin til ungt listafólk ikki var latin í ár og sett tað upp ímóti, at Leirkerið var heiðrað.

Forlagið Leirkerið í Gøtu hevur givið út bøkur, sálmar og sangir á føroyskum síðani 1984. Í teirra virksemi er móðurmálið bæði amboðið og úrslitið. Um vit bert taka útgávuna Bíblian á føroyskum í hálva øld, kunnu vit spyrja, hvussu mong og hvussu ofta man hon ikki vera lisin heima og í størstu fríkirkju landsins? Og var tað ikki millum annað júst tí, at tosað og sungið var á móðirmálinum, at Brøðrasamkoman gjørdist so fjølment í Føroyum? Bert spell, at íbirtarin av forlagnum, Zacharias Zachariassen, ikki upplivdi heiðursløtuna.

Mítt ynski gekk ikki út, og friður veri við tí. Men eg loyvi mær at gita, at Hans Andrias Djurhuus hevði verið nøgdur við tey tilnevndu til mentanarvirðirslønirnar í ár. Vit, sum áttu eitt foreldur sum næming hjá honum í realskúlanum í Havn í tríatiárunum, vita, hvussu týðningarmikið móðirmálið var fyri hann. Ivaleyst hevði hann eisini hildið, at pláss var fyri serstøku virðislønini í ár, so ungt listafólk eisini var við.

Landsstýrismaðurin í mentamálum Jenis av Rana endaði heiðursrøður sínar við at siga, at hann vónaði og vildi virka fyri, at næstu ferð mentanarvirðislønir skuldu handast í Havn, so varð tað á einum spildurnýggjum tjóðpalli. Hetta er júst nakað, mong hava droymt um síðani aldarskiftið.

Og skuldi tað ikki veri lagamanni í bestu tíðum, vit vita um, nú 52.000 fólk búgva í Føroyum, tá 3.000 sálir í Havn í ringastu tíðum fyri 100 árum síðani megnaðu at fáa Sjónleikarhúsið upp?

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður