Kjak

Klumma: Um at hoyra til

2019-01-11 15:20 Author image
Karin Kjølbro

Tollaksmessudag fóru vit bæði onkasonurin í komuhøllina í Kastrup at heinta seinasta jólagestin. Tað var sum sild í tunnu við fólkum, ið vóru komin eftir jólagestum. Sum skilst er hetta størsti lendingardagur har á árinum. Børnini høvdu gjørt av, at vit í ár skuldu halda jól hjá soninum, sum býr í Danmark. Alt var fyrireikað og dagin fyri høvdu vit verið í skóginum skamt frá heiminum, har vit øll – børn og vaksin í felag valdu tað snøggasta og vakrasta jólatræið, sum faðir og sonur feldu. Komin til útkomudyrnar, hitti eg havnarkonu, eg valla hevði sæð, síðani vit gingu í skúla í Klaksvík, har hon vaks upp á Kósini. Hon og maðurin vóru komin dagin fyri, men nú bíðaði hon eftir gloymda lívsneyðuga heilivágnum, sum eitt ferðafólk skuldi hava við úr Føroyum. Hon hevði sama skúlaveg í Klaksvík, sum kæra vinkona okkara, sum andaðist seinastu ólavsøku. Hon og maðurin høvdu leigað eini stór hús á Amager, har børn og ommubørn skuldu halda jól.

Hjá okkum var sum á jólum við 9 børnum úr 9 til 23 ár. Tá eg sá hin yngsta, ið býr í Danmark, kom mær til hugs, tá hann 3 ára gamal helt  jól í Føroyum. Jólanátt leitaði hann í songina hjá pápanum, ið royndi at siga við hann, at hann mátti leggja seg aftur at sova. Kann ikki,svaraði hann. Hví kanst tú ikki?Spyr pápin. Tí eg eri so glaður,svaraði lítli Johan. Hetta var ársins jólagáva hjá pápanum og ommuni.

Gævi  hann ongantíð fær vøkunætur, uttan tá hann ikki fær sovið fyri gleði. Hann er alsamt glaður, og á jólum ovurfegin at vera millum systkinabørnini, har stóru dreingirnir úr Føroyum eru hansara hetjur.

Triðja jóladag vóru vit til barnadóp í Vesturkirkjuni. Fýra børn vóru doypt - kirkjan var nærum full. Tað var hátíðarligt og fleri gubbar, gummur og foreldur vóru í føroyskum búna og gylt av kátum børnum, systkjum, systkinabørnum, ommum og abbum.

Øll vóru blíðsnýðað. Vælhýrdi presturin helt fyri, at tey ikki ljóðleysu børnini var søtur musikkur í oyrum hansara. Lítla Fría Ró var uppkallað eftir ommu síni av Vágsheygnum í  Klaksvík, ið var borin úr somu kirkju fyrrárið. Hon er fjórða barnið í tveir mánaðir, sum maðurin er abbabeiggi at. Úr Vesturkirkjuni trilvaðu vit í myrkrinum út í bilin. Tveir mans, – eisini komnir úr kirkjuni, fóru framvið okkum. Vit hómaðu teir og hoyrdu annan siga við hin: Hvat sigur tú, er vandi fyri, at vit skulu til jarðarferð, áðrenn árið er runnið?

Vit bæði maðurin hugdu hvør uppá annan og hugsaðu tað sama. Løtan var lívið alt í eini gogguskel. Orðini kundu eins væl snúð seg um annað okkara, sum í felag verða 150 ár í næstum. Vit eru takksom fyri, at vit alsamt eru her bæði tvey, og kenna okkum lívsfús. Samd um, at tað er ongin sjálvfylgja og vilja royna hvønn dag at minnast til tað og takka fyri. Tað skal verða okkara nýggjárslyfti.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður