Kjak

Klumma: Toskur, mentan og list

Karin Kjølbro

Karin Kjølbro

2019-08-23 11:10 Author image
Karin Kjølbro

Visti um Mikinesmálarin, áðrenn eg fór í skúla. Í heimi okkara var ein av málningum hansara úr bygdini Mykinesi. Hetta var ein brúðargáva hjá foreldrunum. Hann búði eitt skifti í Klaksvík. Tað verður ivaleyst eisini tikið fram, tá ein serligur dagur verður í Klaksvík í september, tá standmynd verður avdúkað av listakvinnuni Elinborg Lützen. Mikines og Elinborg vóru gift eitt skifti.

Tað eru tíðindini um vinabýarsamstarv millum Klaksvíkina og Skt. Pætursborg, ið er orsøk til henda inngang. Sum skilst skal tað serliga verða samskifti við vakra býarpartin Pushkinsky, og ætlanin er at samstarva innan vinnu, mentan og ítrótt.  Russland er ein av størstu marknaðum hjá Føroyum fyri fisk og laks.

Ja, mangt broytist á mansins ævi. Haldi meg minnast fyri áratíggjum síðani, at tað av summum var mett sum ein hóttan móti kristnitrúgv okkara yvirhøvur at hava nakað við Russland at gera. Yvirritaða er ikki fjeppari hjá býarbarninum úr Skt. Pæturborg, harra Putin.

Men Skt. Pætursborg er veruliga eina messu verd. Var har fyrstu ferð tíðliga í 80-unum. Framúr vakur býur. Húsini høvdu vakrar litir, og ongantíð hevði eg sæð so áhugaverdar listaframsýningar sum á Vetrarslottinum. Ikki sørt hugtakandi var eisini stóra talið av  listaverkum úr Fraklandi og øðrum londum í Evropa. At russar sjálvir áttu sera framkomin listafólk, var eisini ein veruleiki.

Men nú er at venda aftur til Klaksvíkina og Mikines. Tað er beint eftir kríggið, og í Klaksvík arbeiðir Karsten Hoydal á Hermetikkvirkinum (1946-1950) hjá Kjølbro, og Mikines er innlagdur á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Karsten fer at vitja hann. Mikines spyr beinanvegin, um hann yrkir nógv fyri tíðina. Karsten, sum altíð var ein lítillátin maður, svaraði: "Nei, eg fái ov lítið av skafti." Tá er tað, at Mikines svarar: "Nei, mentan trívist ikki í toski," samstundis sum hann skundisliga streyk frá sær høgra handarbak omaneftir dýnuni.

Og nú skal fiskivinnubýur okkara hava vinasamband við næststørsta býin í Russlandi, sum er gamal universitetbýur og í øldir hevur verið heimskendur fyri mentan og list. Kanska skulu vit gleða okkum til at fara til Klaksvíkar at síggja russiska list. Ivist ikki í, at list úr Klaksvík og Norðoyggjum verður at síggja í Skt. Pætursborg í framtíðini.

Har er ørgrynna at taka av. Bæði Hans Hansen og Fridtjof Joensen fylla 100 ár komandi ár, meðan Elinborg Lützen hevði fylt 100 ár í ár, og sjálvandi skal verða pláss fyri nútíðar listafólki sum Edwardi Fuglø og øðrum, og so eisini tónlistafólk og ítróttarfólk úr Klaksvík. Vit hava roynt tað áður. Tað er longu í 1957, at fyrsta stóra føroyska framsýningartiltak uttanlands var á Champs Elysées í París, har greitt varð frá  føroyskum mentunnar-og vinnulívi. Føroya Fiskasøla var samskipari.

Og so ein lítil listasøga frá 70-unum, tá eg búði við familju míni í Keypmannahavn. Fremsti samstarvsfelagi mín í sjálvbodnum arbeiði har, føroyski presturin Petur Andrew Petersen, vitjaði ofta  gamlar føroyingar í Danmark. Hann bað meg bjóða einum gomlum manni á røktarheimi til føroyskt prát og føroyskan døgurð. Vit játtaðu, og síðani gjørdist hann við jøvnum millumbilum døgurðagestur okkara. Matskráin var vanliga ræstur fiskur – gesturin var Sámal Joensen Mikines (1906-79), og fiskurin var úr Klaksvík.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður