Kjak

Klumma: Tíðin

2018-11-30 10:40 Author image
Karin Kjøllbro

Hvat fært tú tíðina til at ganga við? verður ofta spurt, tá fólk nýliga eru givin at arbeiða. Tey, sum arbeiða halda sjálvandi, at tað er ein ómetaliga týðningarmikil partur av lívinum bæði hjá tí einstaka og landshúsarhaldinum. Tað stuttliga er, at flestøll svara, at tað er  meira ein trupulleiki, at fáa tíðina at  røkka, og ikki so sjáldan leggja tey aftrat: skilji ikki, at eg havi havt stundir til at fara til arbeiðis.

Flutti til Føroyar í 1969. Tá  var nakað nýtt í Vágsbotni, sum nevndist Undirhúsið, har -  í míni verð  tá, gamlir menn sótu og prátaðu. Tað var í hølunum hjá  Shell, har benzinpumpan hjá Zakarias á Argjaboða var.  Eg fór onkuntíð inn, tí eg kendi Zakarias. Síðani eru komin Undirhús í flestu bygdum. Áðrenn mundi tað vera í onkrun kjallara ella neysti við sama endamáli. Felags man vera, at har koma bert menn, og at dagsins mál vera viðgjørd. Onkrastaðni er ikki loyvt at tosa politikk. Ivaleyst, tí menn kunnu gerast heitir og kanska illir í sær.

Ongastaðni eru so nógvar kvinnur á arbeiðsmarknaðinum, sum í Føroyum, men soleiðis hevur ikki altíð verið. Bara fyri 50-60 árum síðani dámdu kvinnur, konur og gentur væl at fara á flakavirki bara av og á, tá tær ynsktu sær nýggjan køk ella nýggjar møblar. Hetta kemur fram í kanning frá teirri tíðini, tá kvinnurnar vera spurdar av ikki føroyingum um, hvussu tær hava tað við bara at hava arbeiði við hvørt, tí flakavirkisarbeiði er so óstøðugt.

Í dag hava ommur og abbar úr at gera við at koyra ommu/abbabørn til ítrótt og musikskúla og smábørn til og frá dagstovnum. Síðani koma øll tilboðini til pensionistar frá lokalu myndugleikunum um fyribyrgjandi tiltøk við svimjing, fimleiki, fitness, dansi, kvøldskúla o.m.m.ø til tess at útseta ellisvomm og at gerast útreiðslutung fyri samfelagið og sjálvandi til tess at økja um lívsdygdina hjá pensionistunum. Eisini eru pensionistar nógv eftirspurd til frívilligt arbeiði av ymiskum slagi. Og so bindiklubbarnir ikki at forgloyma, sum monnum eisini dáma at koma í og aloftast eru teir vælkomnir.

Haldi meg minnast nakrar kvøldsetur, sum tjóðpallurin fyri mongum árum síðani skipaði fyri nakrar vetrar, har trý eldri fólk sótu á pallinum og søgdu frá. Hetta vóru vit mong sum dámdu. Ikki minnist eg øll, men serliga minnist eg Vilhelminu úr Dali, Hjørleiv Enni, sála av Tvøroyri og Jukim Olsen, sála úr Svínoy, búsitandi i Havn. Hjørleiv segði tá frá Bindiklubba í Hvalba."Tey vóru um sama aldur sum okur eru nú, legði hann fyri. Tað var jólahugni, og konurnar vóru sitandi og prátaðu við borðið, meðan  meninir fóru í hina stovuna." "Tá segði hon, sum hevði bindiklubban. Minnast tygur, hvussu tað var fyrr, tá menninir vóru til skips? Je sigi tygum, - tá Pætur hjá mær kom heim, hevði hann  slíkan skund, at ofta hevði hann ikki stundir at fara úr hosunum. Í dag... je sigi tygum, í dag hevði je kunnað bundið einar hosur.  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður