Kjak

Klumma: Tey góvu eina vón

2018-11-23 12:52 Author image
Karin Kjølbro

KVF hevði ein lívsjáttandi dokumentar (Lívið tað er nú)  um lívshættisliga sjúku í farnu viku.  Árni og Marin - hvørgin komin til pensiónsaldur -   vóru djørv og tosaðu  um sigrar og ósigrar við krabbameinssjúku. Bæði tykjast at vera  komin til sættis  við sína støðu. Hugsi um processina,  sum lívshættisliga sjúk fólk vanliga skulu ígjøgnum nevniliga:

a) Avnokting, b) vreiði, c) samráðing, d) tunglyndi og e) at koma til sættis við sjúkuna  (Elisabeth Kubler Ross: 1926 -2004).

Stundum ferðast tey eins og teirra avvarandi kensluliga aftur og fram í hesi tilgongd, meðan sjúkan herjar. Hetta er eisini søgan um superoptimistin -  sum vónaði at hoyra  til hitt eina  prosentið, sum fór at fáa heilsubót, og gekk tað ikki, so kendi hann góð fólk hinumegin "sum taka væl ímóti mær" og  hann ætlaði at  halda fram við at hugsa soleiðis.  Og  hon, sum vildi sleppa at vera Marin og ikki bara ein  diagnosa.  Bæði vóru før fyri at seta orð á sína støðu, og bæði høvdu avlopsorku at royna at gera álvara av sínum dreymum  og seta orð á síni vónbrot. Bæði høvdu samband við palliativa (linnandi)  toymið á LS, sum saman við sjúklinginum tekur avgerð  um, hvør viðgerðin skal verða, tá sjálv sjúkuviðgerðin er steðgað. Tað tóktist dámligt, at Marin og Árni megnaðu  at vera opin um sjúkuna  og eitt nú spyrja um,  hvør hevur skyldina av, at eg havi tað, sum eg havi tað. Og læknin svaraði virðiliga.

Deiligt, at Árni undir sjúkuni lutvís hevði verið ráðgevi i samband við Jørund Hundadagakong, sum í løtuni gongur í Sjónleikarhúsinum, og nú orkan minkaði,  vegleiddi tey ungu,  meðan hann sat við telduna; eisini kundi hann frynsa eitt turriklæði til føroysk klæði, sum tekur tíð sum ein fótbóltsdystur.

Marin livir sum veganari, gongur í bindiklubb, ger yoga, er omma  og mediterar við  himmalskum sangi frá Ingálvi av Reyni. At síggja til so sunn og orkumikil, at hon  kundi verið lýsing fyri havragrýn. Vónandi stendur væl til hjá henni.

35 fólk hava samband við Palliativa toymi. Starvsfólkini eru ein serlækni og tvær sjúkrasystrar. Fyrr høvdu tey haraftrat sálarfrøðing og  fysioterapeut. Hesi eru ikki longur. Í øllum hesum var hugstoytt, at Árni og konan skuldi fáa so vánaliga og kaldliga móttøku á skaðastovuni á LS eftir at hava bíðað í fýra tímar og haraftrat, at hann ikki var boðsendur at koma til venjing á Landssjúkrahúsinum,  nú hann bara viknaði.  Tøkk og prís kom alt uppá pláss henda dag. Slíkt eigur ikki at henda og vanlig planlegging og samskifti eigur at fyribyrgja tí.

Árni er ikki meira. Hann gav okkum, sum elska sjónleik stjørnustundir. Hevði unt honum at sæð Heddu Gabler í hesum døgum á ráðhúsinum í Gøtu. Uppsetingin har man eins og húsið sjálvt fara at verða víða gitin. Árni, Marin og teirra eins og Palliativa toymið góvu okkum eldru, sum hagfrøðisliga fara at koma nærri krabbameini ,-  eina vón. Takk fyri tykkara lut.

 Æviga eiga vit bert tað mista! (Henrik Ibsen)

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður