Kjak

Klumma: So nógv øðrvísi

2020-06-05 18:53 Author image
Poulina Slættanes

Farin inn í juni og undantaksárið 2020 hálvrunnið. Kirkjuárið longri frammi, nú hvítusunnan er løgd afturum. Summarið stendur fyri avbjóðingum, sum ikki kann samanberast við onnur summør í minniligar tíðir. Á grækarismessu komu ávarðingarnar um øll fyrivarnini, ið takast skuldu vegna heimsfarsóttina. Tá stóðu vit nokk so ber. Nú eru vit betur fyri og vónandi farin um tað ringasta. Gerandisdagurin er farin at vera, sum hann var. Men havast skal í huga, at hvøkkurin situr í okkum. Vit mugu framvegis vera ansalig við frástøðu og syrgja fyri, at hendurnar eru gullreinar. Lukkutíð er landið smittuleyst fyri krúnukrím. At vit spældu og undirhildu norðmonnum við fótbólti á netinum herfyri, ljóðaði sum ein krønika. Løgið, at stevnuróðrarnir kunnu síggjast ókeypis í ymiskari fjarstøðu á stevnuvágunum í ár. At árliga fótbóltskappingin hjá monnum í bestu deildini fer at standa við heilt inn í jólamánaðin, og FM vinnarin finnast tá, er ikki hent fyrr. FM heitið í jólagávu má stutt sagt sigast snedigt.

Avleiðingarnar vita vit hava verið stak keðiligar hjá ymiskum vinnum, og í løtuni er tað serliga ferðafólkavinnan, sum er sárliga særd. Uppsagnir hava verið innan hetta vinnuøki. Tað er so harmiligt. Men nú letur til, at tey rigga til aftur har. Dagarnir, hvussu óvirknir teir annars vóru, tá ringast stóð til, gingu merkiliga skjótt. Longu ein ársfjórðingur farin afturum, síðan vit á gøtum og altanum sungu um ta føgru blómuna, sum Pól F sigur blomstrar alt árið, samanborið við várblómuna, ið bara heldur sær, til heystið kemur. Starin hevur sama boðskap um vón og summar. Tað kann bara ganga rætta vegin, tá hæddirnar eru náddar.

Tað er so løgið við tí. Seglini verða repaði, og hjá nøkrum er tað bara ein fyrimunur, meðan tað hjá øðrum er eitt bakkast. Tógveftirspurningurin kring landið reyk upp um tað vanliga, og uttan fyri tógvhandlarnar stóðu langar bíðirøðir, tá aðrir handlar drógu lokuna fyri. Skaldsøgur og yrkisbókmentir vórðu dúgligar læntar, keyptar og lisnar, og góðir gangiskógvar hvurvu av handilshillunum meir enn nakrantíð. Gerandismynstrið broyttist so nógv í vár, meðan skúlar og skúlagarðar lógu bakk. Sprittið gekk skjótt undan, og tað ljóðaði, at eftirspurningurin var so mikið stórur kring allan heim, at framleiðararnir ikki fingu nøktað tørvin.

Meðan nógvar gitingar hava verið, og harðligar røddir havt orðið, eru tað tey, ið hava tikið umstøðurnar hóvliga. Í tilmælum um ikki at fara í útlondini at ferðast, men heldur at seta feriuorkuna av hjá okkum sjálvum, eru hugskotini komin raplandi hjá gløggum og framtakshugaðum fólki. Eitt nú eru tey djørv í fornu og vøkru bygdini Kvívík, har stórur tørvur hevur verið við eini steðgistøð við bonki og borði. Har við toftirnar av gomlu búsetingini, sum helst gongur aftur í landnámstíðina, syrgja hugsjónarfólkini fyri, at tú fært hvíld, søgu og kaffiskonk við allarbestu pannukøku og øðrum brellbitum. Vakra Kvívíkar bygd andar av søgu og víkingatíð. “Heimablídni” í Kvívík hevur rakt seymin á høvdið. Samansetta orðið “heim og blídni” klæða hvør øðrum og er hendinga væl funnið uppá. Vertirnir binda saman fortíð og nútíð og sleppa undan at keypa søgurnar, tí tær eru har frammanundan. Ein løta við upplivingum av tevi og tíðarráki. Tað eru fróðarfólk, ið brúka sín egna bústað og seta hann í veð, - neyvan fyri egnan vinning men heldur fyri felags upplivingum við kensluni av, at tað skal bera til at hava felags lívsløtur. Baks og nøgdsemi hvíla í sær sjálvum. Um tað vinnuliga fer at loysa seg, er ikki til at siga, men vónandi tað og tykkum væl unt. Tit høvdu eitt málsevni og handlaðu púra rætt. Lukka fatti tykkum, kall og konu, ið dáma og duga so væl at fáast við bæði úti- og innihugna.

Vitjið og stuðlið tað føroyska inni – og heimablídnið.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður