Kjak

Klumma: So hevði ikki verið tíð til at gjørt barnarímurnar

2019-09-13 11:18 Author image
Poulina Slættanes

Soleiðis tók Hans Andrias til, tá kátir læraraskúlanæmingar vitjaðu í heiminum hjá Petru og honum undir Pisuvarða seint í 30-árunum. Tað er Óli Dahl, ið sigur hetta. Læraraskúlanæmingum dámdu at vitja læraran, meðan Petra trakteraði. Einki at ivast í, at hetta hevur verið kærkomið hjá teim ungu, ið vóru komin til Havnar at ganga í skúla. Barnleysu hjúnini vóru so blíð, meðan skaldaborni lærarin dagførdi flokkin um Franco og spanska borgarakríggið á sín serliga hugtakandi máta. Søgufróður var  Hans Andrias sum fáur. Hetta vóru rík minnir og ikki um at tala, tá hann tók tey øll oman í gomlu Havnina til alt tað søguliga har. Hann var lærarin burturav í søgu og landalæru. Reglurnar omanfyri sipa til, at Petra einaferð segði, at hesi “skúlabørnini” í stovuni hjá okkum eru ikki fleiri enn ein vanliga familja. Tá svaraði Dias: “Áttu vit bæði øll hesi, so hevði ikki verið tíð til at gjørt barnarímurnar.” Dias kallaðu skúlanæmingar onkuntíð Hans Andrias.

Tá bókmentaliga ævisøgan um Janus Djurhuus kom í bókhandlarnar fyri 25 árum síðani, vóru tað mong, ið hugsaðu: Høvdu vit bara átt somu søgu um hin dámliga og fólksliga beiggjan. Tað hevði komið fólkaskúlanum væl við. Janusar lívsverk var meira fyri framhaldsdeild og miðnám.

Men í summar kom hon, ein bókmentalig ævisøga um okkara virkna og barngóða rithøvund, Hans A. Djurhuus. Hetta eru perlur og fínar lýsingar við støði í brævaskiftum, samrøðum o.ø. Hvør annar enn Hanus Kamban hevur syrgt fyri hesi útgávuni eisini?

Í formælinum sigur útgevarin, at um ikki nýtt tilfar og nýggj sjónarmið legst aftrat, er einki við tí.  Rætt hevur hann. Kamban kemur til niðurstøðuna, at høvuðspersónurin var dramatiskari og døkkari enn frammanundan hildið. Vit fáa eitt djúptøkið innlit í lív og hugsan Hans Andriasar. Eingin ivi um, at Janus er tann melankolski og bonski, Hans Andrias tann ljósi og lætti.

Søgan um Hans Andrias er ein flætta um barndóm og gomlu Havnina, skúla- og sjónleikalív, útróðrarmannin, politikk, heimliga samfelagslívið og uttanlandsferðir. Hugtakandi er eisini hansara medvit av Janusi, tá fíggjarliga stendur illa til hjá stórabeiggja. So hjartanemandi. Bert er bróðurleyst bak, plaga vit at siga. Ein trivaligur partur um læraraárini í Sandavági er sjálvandi við. Alt komið í tøkum tíma á prent. Og ikki sørt skemtiligt í støðum.

Føroyingar syngja til næstan øll høvi. Alex Kons, katólskur prestur í Havn í sjeytiárunum, var hugtikin av Hans Andriasi. Tykkara H. C. Andersen, tók hann til. Hann fær høsnini at práta við hvørtannað, fjallatindarnir við og so sanniliga eisini tað við sterti. Kons skilti føroyskt, og í samkomuhøpi einaferð sat hann og blaðaði og undraðist við Føroya Fólks Sangbók. Tá minnist eg, at hann segði, at einki oyggjasamfelag hevur nær námind so stóran sangskatt sum føroyingar. Ikki lættisoppar, men djúpan, yndisligan og kenslubornan. Ein alskur til fólk og føðiland, tók hann til.

Ævisøgan er eisini togaríið í Millum- og realskúlanum í Havn um føroyskt sum undirvísingarmál. Har eru nógvar fittar søgur í bókaverkinum, hvussu hin bleyti, blíði og fólksligi lærarin dugdi at snúgva sær til tær smáligu grundgevingarnar, ið vóru, tí á donskum skuldi undirvísast uttan í føroysktímunum.

Vit vita, at Hans Andrias mangan í skúlastovuni uppi við lærarapultin sat burtur í aðrari verð. Næmingur kom upp til heimskortið at peika á Volga, Karpaturnar ella okkurt annað. Hans Andrias vendi ryggin til, og næmingurin rendi bara peikipinnin onkunstaðni, tí tað gretti ikki, at standandi svarið, sum kom, var: Rigtigt, rigtigt. Tá gamli varnaðist, at okkurt ikki ruggaði rætt, snaraði hann sær á og segði: Kommer du herop og duger ikke pette? 

Gott tað sama, Dias, nógv heldur barnarímurnar enn alternativið ...

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður