Kjak

Klumma: Populeru ólavsøkunonnudukkurnar

2019-07-26 15:56 Author image
Poulina Slættanes

Minnast tit vælumtóktu nonnubasararnar og dukkurnar, ið vóru seymaðar í kleystrinum í Havn? Søgan gongur heilt aftur til 1935. Tá skúlabørnini vóru farin í summarfrí, og skúlastovurnar riggaðar til eitt nýtt skúlaár við nýferniseraðum gólvum, varð øll orka løgd í basarin, ið var báðar ólavsøkudagarnar á hvørjum ári.

Arbeiðsbýtið varð neyvt lagt til rættis, tí systrarnar høvdu hegni, hvør í sínum lagi, at evna sítt. Besta boð vóru nonnudukkurnar, ið gravgangur var eftir. Einar 40 dukkur mundi pólska systir Gwalbertha standa fyri á hvørjum ári. Hon gav dukkuandlitunum skap í serligum pappformi, gjørdi armar, bein og kropp og stappaði okkurt munagott í, so dukkan fekk skap. Klæðir vórðu seymað, andlit málað og fagrasta hár fest á høvdið. Tað var sanniliga ein fongur at vinna eina slíka. Eingin var líka, og har sótu tær allar  yndisligar síð um síð á pallinum í fimleikahøllini og bíðaðu eftir at fara út um landið. Ein av systrunum sigur í dagbókini hjá sær, at 4000 seðlar vórðu seldir ólavsøkudagarnar, tá dukkurnar vórðu burturlutaðar. Tað var gravgangur eftir teimum. Tað hendi seg, at onkur, ið hevði vunnið eina  dukku, kom aftur næstu  ólavsøku, tí ein dóttur var komin aftrat síðani seinasta basar. Jú, eftirspurdar vóru dukkarnar og eru tað enn, men nú sum “forngripur”.

Endamálið hjá fransiskanarasystrunum við basari, eydnuhjóli og tombola var at útvega pengar til rakstur av skúla og barnagarði. Árliga játtanin frá myndugleikunum rakk bara til eitt vist. Ólavsøkubasarur var tí akkurat fyri.

Tað vóru ikki bara dukkur, tað galt um. Úr Hollandi fingu systrarnar sendandi ein hóp av hóskandi lutum og leikum til børn, ið vóru sera forkunnugir hjá okkum. So nógv øðrvísi, enn vit vóru von við. Hesar leikur vórðu pakkaðar inn í dimmalættingar og band bundið um, tí við tráðu skuldu pakkarnir fiskast upp úr einum “brunni”. Húkurin krøkti í bandið. Heilar 40.000 slíkar spennandi lukkupakkar ballaðu tær inn til forvitnisliga fiskidammin.  

Systrarnar dugdu eisini at gera so himmalskar slikkipinnar. 5000 loyptu brell  á børnini. Hetta var guff,  rætt og slætt. Teir vóru kókaðir og mýktir  í kleysturkøkinum, og teir seinastu vórðu ikki lidnir fyrr enn kl 04 ólavsøkuaftansmorgun.  Tá var sjokolátakápan næstan stadnað.

Ein av systrunum var køn í at gera dukkustovuinnbúgv úr svávuleskjum. Tær sniðgav og klæddi hon við littum silkipappíri. Ómetaliga stásiligt.

Kleystrið var mannað við 24 systrum í 1966. Nú eru bara fimm og eingin basurur. Tað góvust tær við í 1972.

Basarur var  ólavsøkudagarnar frá kl 15 – 22.  Sum við so nógvum fór tíðin frá mátanum at styrkja um tað fíggjarliga hjá fransiskanarasystrunum.  Eisini  tóku tvørleikar seg upp – ov nógvur tollur skuldi knappliga gjaldast fyri sendingarnar úr Hollandi. Heimligir, gávumildir veitarar tóku yvir. Men nú var ikki longur tað eksotiska innaní, sum bæði angaði av kryddi og roykilsi.

Arbeiðssamar og virknar vóru systrarnar í reyða skúlanum í Varðagøtu. Alt strukturerað allan sólarringin, - í skúla, kirkju og kleystri. Væl lá fyri at fáa alskyns grønt at vaksa. Heimanífrá dugdu tær at leggja til rættis, og í kørgu, men væl taðaðu  moldini í Villumslág fingu tær mangt at vaksa, eitt nú salat. Eftirspurningur var mangan av Hotel Hafnia eftir salati, tá serligir gestir gistu har á føroyaferð, og tá kongavitjan var. 

Systrunum dámar at minnast aftur á tær virknu ólavsøkurnar, her eru umrøddar. Tær nevna tann tunga, hvíta búnan, tær gingu í, og sum í ´60unum var ein farin tíð.

Haldi, at vit bygdarbørn, sum komu inn í basarin, vóru hugtikin av hesum møðsamu, hvítu konufólkabúnunum, fjalda hárinum og rammuni á høvdinum hjá systrunum. Máldámurin og herðingin hjá fransiskanarasystrunum, tá tær tosaðu føroyskt,  var so fremmant og løgi. 

Og nú frættist, at  KFUM gevst við ólavsøkubasari.

Alt til sína tíð, men góða ólavsøku.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður