Kjak

Klumma: Konufall

2019-09-06 10:35 Author image
Karin Kjølbro

Kvinnurnar taptu valið seinasta leygardag. Fyri demokrati, javnstøðu og kvinnurørslu eitt bakkast. Ellivu kvinnur hvurvu úr almenna politiska rúminum. Tvær stillaðu ikki uppaftur (Helena og Sonja). Á lista A varð Annika (fv. landsstýriskona) ikki vald, á lista C tríggjar kvinnur: Eyðgunn, Kristianna og Rigmor (2 landsstýriskonur), á lista E tríggjar kvinnur: Annita, Katrin og Óluvá (1 tingmannaforkvinna, 1 kvinnulækni, 1 fv. landsstýriskona). Á lista F tvær kvinnur: (1 fíggjarnevndarforkvinna og 1 landsstýriskvinna). Av omanfyrinevndu var onkur eykavald. 

Eftir mínum tykki vóru allar framúr væl skikkaðar við drúgvum royndum bæði á arbeiðsmarknaði og í politikki. Annars vísir valið eisini, at borgarstjórar sum heild ikki eru vælkomnir hjá veljarunum at senda á ting.

Av teimum 10 borgarstjórunum, ið stillaðu upp, er bert 1  valdur. Hetta við dupultmandati hevur eisini órógvað í seinasta valskeiði.  

Fólkatingslimurin Sjúrður og fv. fólkatingslimur Magni vóru heldur ikki valdir, báðir fingu umleið sama atkvøðutal.

Áhugavert verður, um flokkaranir taka hetta til eftirtektar: 1 pallur til 1 politikkara. Hvussu vit so venda og snara tí, so er hetta fyrst og fremst eitt atburðarlag hjá monnum, hóast  ein borgarstjórafrúa var á lista A og 1 á lista B.

Venda vit aftur til konufallið í farnu samgongu, so verður farna samgonga revsað generelt fyri fiskivinnunýskipanina og kvinnurnar spesielt fyri etisku virðini. Tað sæst aftur í valtølunum hjá fundamentalistunum á lista A og lista B. At so Tjóðveldi, sum misti ein tinglim, nú hevur 5 kvinnur, 2 nývaldar, aftrat formanninum, er nakað serligt. Hugsi um fyrsta formannin Erlend og núverandi formann Høgna Hoydal. Báðir hava altíð viljað kvinnurnar. Á hesum vali er tó ikki javnstøða.  Fari eg ikki skeiv, so vóru 21 menn og 12 kvinnur uppstillaðar. Av teim 6.127 atkvøðunum, flokkurin fekk, fingu menninir 3.211, 295 atkvøður fleiri enn kvinnurnar, ið fingu  2.916 atkvøður. Hetta má við í eftirmetingarnar.

Vónandi verður valúrslitið granskað nærri; gott hevði verið, um Gallup ella onnur fóru at spyrja, hvat fólk hava valt og hví. Vænti eisini, at ikki valdu kvinnurnar hava eina meining.

Eitt ljós er tey fýra ungu, ið vald vórðu. Hjartaliga tillukku og hepna hond. Tit eiga framtíðina! Serliga kvinnurnar hava talað umhvørvisleiðina. Haldið fram við tí. Tit hava eina góða søk, og vit gleða okkum at fylgja við tykkum. Og latum okkum ikki gloyma tær kvinnur, ið valdar eru: Lukku!lukku!

Orðatakið sigur, at ongantíð verður so nógv lovað og logið sum undan einum vali og eftir ein fótbóltsdyst. Hildið verður, at menninir, ið nú skipa samgongu, hava lovað meira enn vanligt. Millum onnur eru nógvir pensionistar, sum gleða seg til 1. januar komandi. Teimum er lovað skattafrían Samhaldsfasta, umframt ta hækking, ið farna samgonga hevur samtykt at virka frá 1. januar 2020.

Hjá slíkum kanuttum (yndisorð Paula Ellefsens, sála, um hansara andstøðu) spælir tað ongan leiklut, um tað er ófíggjað, og at Búskaparráðið hevur ávarað ímóti tí eins og Kommunufelagið. Teir, sum hava svarað, halda, at pensionistar beinanvegin fara út at brúka peningin, og so kemur hann innaftur í MVG. Keine hexerei, nur behandigkeit.

Kæru ikki afturvaldu kvinnur! Vendið aftur í almenna rúmið, tá tit hava hvílt tykkum. Minnist til, hvat Demokratia vísti á undan valinum: Kvinnustríðið er ikki av. Brúk er fyri tykkum! Vísið, sum tit hava gjørt fyrr, at hjá tykkum er politikkur eitt hjartamál og ikki eitt livibreyð, og takk fyri tykkara lut í seinasta valstríði. Sama tøkk skal ljóða til øll hini, ið stillaðu upp og ikki vóru vald. Øll geva nakað av sær sjálvum, sum stilla upp til politiskt val.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður