Kjak

Klumma: Kæru pisur!

2020-06-25 15:30 Author image
Karin Kjølbro

Tað hendi so mangt seinasta túsundaldarskifti. Tað allarbesta var tó, at tit vóru fødd. Tað tykist so stutt síðani, og nú eru tit vaksin við atgonguprógvi til lærustovnar í Føroyum og um allan heim.

Alt skuldi vera so gott, og so kom øll verðin í undantaksstøðu á Grækarismessu.Tit sleppa ikki út at fjakka; og seinasta skúlatíðin, ið skuldi vera nakað heilt serligt, gjørdist óhugalig og tvørlig. Broyttu umstøðurnar gjørdu próvtøkuóttan størri. Einasti uggin er, at so hevur verið um alla verð­ina. Mong tykkara eru fyrstu studentar nakrantíð av Glasi. Tað er mikil forrættur, og man hjá mongun tykkara fara at geva íblástur á ymiskan hátt.

Sjálv, var eg í 1963 millum fyrstu studentar nakrantíð úr Hoydølum. Fyrstu 2 árini húsaðust vit á VBV, eini gomul hús á Skansavegi, ið mátti víkja fyri Tórshavnar Havn. Ein einasti bilur var á skúl­anum, sum ein lærari átti. Vit vóru 19 studentar íalt. Hetta var einasti studentaskúli í Før­oy­um tá. Sama árið kom fyrsta bergholið (Hvalbiartunnilin), sum hevði eitt spor.

Nú eru tit fleiri hundrað og hava gingið í Klaksvík, á Kambsdali, í Havn, í Vestmanna og í Suður­oy. Tá foreldur tykkara vóru liðug við miðnám, vóru Føroyar mettar sum eitt ríkt land við nógv­um bergholum, bilum og nógvum fiskiskipum við miklari veiðuorku.

Vit brúktu meira enn vit forvunnu, fingu stóra skuld og fóru á húsagang. Vit komu okkum í ringt orð víða um lond. Í dag er øvugt. Vit hava gott orð á okkum. Farið inn á heimasíðuna hjá al-heims­heilsufelagsskapinum WHO. Á teirra heimskorti eru Føroyar sjónligar - hóast ósjónligar á heimskorti donsku stjórnarinnar - og har sæst, hvussu røsk, vit hava verið.

Ikki minni errin kunnu tit vera, tá hugsað verður um roysnið á Heilsufrøðisligu starvsstovuni, har hin gløggi Debes í eini handavending menti eina nýggja kanningarskipan viðvíkjandi Ko­ro­nu, samstundis sum Fróðskaparsetur, heilsu-og sjúkraverk okkara kendu sína vitjunartíð. Her er gilt av nýggjum og góðum fyrimyndum.

Veit, at tit hava verið upptikin av karakterum, ið bera tykkum til dreymastudiið. Men gloymið ikki, at tað er týðningarmiklari sjálv at vera ein góður karakterur.

Hugsi um skaldsøguna hjá fraklendinginum Antoine de Saint-Exupéry um tann lítla prinsin, sum kom - av aðrari gongustjørnu - á jørðina at leita eftir vinum. Bókin er skrivað í 1946 og týdd til 300 mál - (til føroyskt í 1980 av Alexanduri Kristiansen). Lítli prinsurin møtir m.a. einum revi, ið sigur honum, at einans við hjartanum kanst tú síggja rætt. Tað avgerandi er ósjónligt fyri eyganum.

Góðu pisur, tit eru uppií fyrsta ættararliði, ið nærum er føtt við teldli í hond. Tit hava sum avleið­ing av koronufrástøðutilmælunum hoyrt um húðhungur. Tað er álvarsamt, og serliga hjá okk­um gomlu. Men tað er nakað, sum er verri og kann vera tíðaróavmarkað og kann versna, og tað er eygnasvongd.

Børn og vaksin; ja øll kenna í dag hetta fyribrigdið, tí teldlarnir í hondini beina fyri eygna­sam­band­inum millum ættarliðini - eygnasanbandið, ið er fyritreytin fyri tí týðningarmesta, nevniliga virðismikla felagsskapinum millum menniskju.

Tað er ikki av tilvild, at barnið í barnavogninum altíð vendur ímóti tí, sum stýrir vogninum - og sjálvandi við báðum hondum. Tað er alneyðugt fyri menningina hjá lítla barninum at møta eyg­u­n­um á tí, ið koyrir vognin.

Góðu pisur, verðin liggur fyri tykkara føtur, um tit vilja tað, hava heilsuna, og rætt verður borið at. Tá tit vóru fødd um aldarskiftið varð spátt, at tit og serliga genturnar hava góðar møguleikar at gerast 100 ár. Loftið hesum møguleika og virkið fyri friði, frælsi, veðurlagnum, og grønum um­hvørvi. Ansið eftir tykkum og eftir hvør øðrum.

Tað blíðkar fyri hugaðum fólkum!

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður