Kjak

Klumma: Ikki hvat tú ert - men hvør tú ert

2019-07-19 13:53 Author image
Karin Kjølbro

Ein ólavsøkuaftansmorgun fyri nøkrum árum síðani fór eg til handils at keypa tað seinasta til ólavsøkuna. Á veg heim komi eg fram á ein mann, ið lá við vegjaðaran. Hann var fullur. Royndi at fáa hann á føtur; men tað kláraði eg ikki. Tá kemur ein mær ókunnug ung kona, og vit taka hann ímillum okkara og fara heim við honum.        Kendi hann og spurdi, um vit ikki bara skuldu fara á Velbastað (Heilbrigdið), og hann segði ja. Unga konan segði, at hon var lækni (yvirlækni) á Ríkissjúkrahúsinum, og hon skuldi vera hjá honum, til eg hevði tosað við Velbastað. Men telefonsvararin segði, at tey vóru í summarfrí til aftan á ólavsøku. Blákrossheimið, visti eg, var í summarfrí. Unga konan fekk tí mannin innlagdan við avtalu um, at hann skuldi flytast á Velbastað mánadagin.

Havi hitt mannin aftur. Og hann sigur seg ikki hava drukkið síðan, og tað sær út til at vera satt. 

Hví nevna hetta? Jú, sama dag (12. juli í ár), í sama tíma á sama tíðindaportali  skriva tveir mans, sum báðir ætla sær tað sama - á ting  fyri  at hjálpa fólkum, sum eru bundin av avíkavist rúsevnum og rúsdrekka. Tað gleddi mítt gamla alkologhjarta.       Hesi fólk hava annars ikki verið høgt í metum, og stigtakarar til alla viðgerð uttan fyri heilsu- og sjúkrahúsverk eru einstaklingar og felagsskapir (Blái Krossur, Heilbrigdið og nú eisini Frælsi). Jú, nógv er broytt, síðani Blákrosskrivarin við Johs. Álvheygg og yvirritaða í 80-unum samstarvaðu um at geva antabus til teirra, sum sóu eina hjálp í tí. Slíkt mátti haldast loyniligt, tí tað var skomm. Sum eg minnist tað, var hetta byrjanin til endurnýtsluhandilin hjá Bláakrossi, sum gjørdist ein sólskinssøga.  Ongin skomm at fólk gingu inn í endurnýtsluhandilin. 

Síðani er avbera nógv hent á viðgerðarøkinum. Ikki bara tey bundnu, men eisini tey meðbundnu (hjúnarfelagi og børn) kunnu fáa viðgerð ókeypis. Og politiski myndugleikin hevur ikki verið smáligur. Mær vitandi er avrúsing (sum er dýrasti partur av viðgerðini) á øllum trimum viðgerðarheimunum hjá okkum.

Tá eg fór úr politikki, valdi eg at fara at læra til alkolog. Partur av útbúgvingini var hjá Pro Vita í  Helsingborg. Tað kostaði 32.000 kr. at koma í viðgerð har, og tað var ein treyt, at brúkarin sjálvur rindaði. Orsøk: hevur tú sjálv/ur goldið, fert tú ikki at drekka aftur beinanveg. Har var ongin avrúsing. Hon fór fram á Sjúkrahúsinum. Tá eg spurdi hví, var svarið, at nóg mikið er við einum avrúsingarstaði til ein bý við 100.000 fólkum. Nógv kann leggjast aftrat, men tað, sum gav mær íblástur, var: Tveir MENN frá høgru seta hetta á dagsskrá fyri at koma á ting. Óhugsandi fyri 40 árum síðani.

Dagin eftir, 13. juli,  koma  tveir mans aftrat frá somu flokkum. Annar sigur, at tey gomlu eru gull verd, og hin vil hjálpa neyðtøkuofrum, tá hann kemur á ting. Sama dag er fráboðan frá løgtingskvinnu, ið ikki stillar upp til komandi løgtingsval: Vil verða meira um síni nærmastu og fer aftur í fakfelagsarbeiði.

Eftir er at ynskja øllum monnunum eyðnu við "bleytu virðunum". Tá samanum kemur, er tað hugburðurin, ið telur,  ikki hvat tú ert - men hvør tú ert. Ja, og tingkonan, sum fer, hon fer alsamt at gera mun. Og ungi yvirlæknin ger mun bæði á Ríkissjúkrahúsinum og á Landssjúkrahúsinum.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður