Heimatíðindi

Klumma: Hvar markið gongur

2019-06-14 09:43 Author image
Poulina Slættanes

Onkur av donsku sjónvarpsrásunum hevði herfyri eina sjónvarpsrøð við heitinum “Myndir á lívsleiðini”. Her kundu sjálvlærd myndafólk taka film frá merkisløtum og upplivingum, ið hyggjararnir kundu taka lut í á skerminum.  Kvøldið, eg sat og hugdi, sóust tríggir luttakarar, sum hvør í sínum lagi skuldu mynda eina hending á eini føðistovu í orðum og myndum. Fyrsti luttakarin  vildu vísa hyggjarunum, hvussu hann og konan høvdu fyrireikað seg til alt, nú teirra fyrsta barn skuldi koma. Vit sóu upptøkur heimanífrá, hvussu hyggin tey vóru við fyrireikingunum. So kom løtan á føðistovuni og alt tað, ið fylgdi við – familja, sum kom at ynskja til lukku og gávur, ið vinfólk og onnur komu við. Hetta var fyrsta barn hjá pari úr Jyllandi. Ljósmóðurin var væl nøgd við sín part í sjónvarpssendingini.

So komu vit til næstu luttakararnar. Tað vóru tvey blaðung fólk. Tey mintu í nógvum førum um ta fyrru hendingina. Men hesa ferð snúði tað seg um ein keisaraskurð og tær avleiðingar, ið kunnu standast av, tá harðast leikar á. Vit vóru við á eini skurðstovu, og álvarsemið talaði fyri seg. Hetta var á Fyn tann 2. apríl, og drongur var tað. Tí varð nýføðingurin uppkallaður eftir stóra, heimskenda ævintýrskaldinum H. C. Andersen, sum varð føddur í Odense  áðurnevnda dag í 1805.

Triðju og seinastu luttakararnir vóru so nógv øðrvísi enn teir undannevndu. Hetta var helst fyri at lýsa ymisleika. Her var talan um tveir samkyndar menn, ið vóru sambúgvar. Annar teirra vildi vera hjástaddur við filmstóli, tí systir hansara skuldi eiga. Hon hevði ongan at vera um seg, tá hetta skuldi henda. Tey høvdu altíð verið so tøtt, segði hann. Vit sóu sambúgvarnar koma inn á føðistovuna at rigga til. Ljósmóðirin stóð og fylgdi teirra fyrireikingum. Teir vóru ikki heilt nøgdir við fasilitetirnir á føðistovuni og byrjaðu at flyta um uppá lampur, borð, teldu, skannara o. a., tí hetta var teirra pallur í sendingini. Ljósmóðurin fylgdi nokk so málleys við, men segði í fyrsta umfari einki. Lat teir bara vísa sín máta at loysa uppgávuna. Umkalfatringin helt fram, og báðir gubbarnir skumpaðu okkurt út, sum var í vegin, tá takast skuldi upp og filmast. Ljósmóðirin lat standa til nakað aftrat, meðan vit hyggjarar hugsaðu, hvat nú mundi fara at henda, tí tað var einki at fara skeiv av, at hesir báðir høvdu fullkomiliga misskilt okkurt. Undanfarnu sendingar bóru ikki brá av, at nakað skuldi vera øðrvísi, enn tað plagdi á barnsburðarstovuni.

Nú vit vóru komin væl áleiðis í sendingini, og  barnakonan kom inn við verkjum, bíðaðu vit, hvat nú mundi fara at henda.

Upptøkumenninir komu og spurdu, hvat tey høvdu gjørt, nú teir skuldu taka upp. Einki var, sum teir høvdu lagt til rættis. Føðistovan sá út, sum tá teir fyrstu ferð sóu hana. Spurdu, um hetta ikki var teirra sending. Bersøgin segði ljósmóðirin, at soleiðis skuldi tað vera nú, og harvið verður tað.

“Tað kanst tú ikki meina, hetta er okkara sending”.

“Gaman í,” segði fyristøðukvinnan, “men soleiðis, sum tit hava gjørt tykkum upp, ber ikki til. Her ráða vit.”

Hetta kom illa við hjá teimum báðum. Meira og minni illir, meðan teir førkaðu ein bonk og ein skerm eitt sindur. Beint tá kom eigandi konan inn í einum koyristóli.

Filmsmenninir spyrja, um teir so ikki kundu flyta ein bonk, har stóð, út, tí hann stóð í vegin.

Avgjørt nei, svaraði ljósmóðirin. Tað einasta, sum nú skal út, eru tit.  

Og soleiðis bleiv tað. Teir vórðu tveittir út, og menniskjansligi ymisleikin lýstur sera væl. Sendingin gav eina góða hilling av framferð og eginleika, – um hvussu sørur man kann vera ikki at duga at síggja, hvar markið gongur.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður