Kjak

Klumma: Gott nýggjár øll somul

2020-01-10 08:12 Author image
Poulina Slættanes

“Farið um jól og trettanda er,
nú dagarnir fara at dragna.
Tá vita vit fram móti vári ber,
tá vetraródnin má tagna.”

Soleiðis yrkti Nyholm Debess einaferð. Jú, várvónirnar rembast ella rakna við nú. Týðiliga síggja vit dagamun, sum flestum hóva. Vetraródnirnar fara helst at leika í eina tíð aftrat. Veturin er ikki hálvbardur, verri enn so. Nýggja árið rembir sær so mikið, at ein dagur legst aftrat hesaferð. Vit hava leypár. Onkrar skemtisøgur minnast vit um leypár ella skotár, sum onkur heldur vildi sagt. Minnist, at vit høvdu ein gamlan bakara í bygdini, ið bæði var gráhærdur, krýkin og dulur. Tað var barasta so stuttligt at skemta við, at hann bara var 20 ár. Tá onkur mótmælti, at hann minst var 80, hildu vit tað vera stuttligt at fortelja, at hann bara hevði havt føðingardag tjúgu ferðir. Føðingardagurin 29. februar var bara í kalendaranum 4. hvørt ár, tí var bakarin bara 20. Jú, tað  var stuttligt soleiðis sum børn at stytta sær stundir og skemta um skotár. Eisini, at konufólk kundu leggjast á knæ á leypársmessu og biðja sjeikin giftast við sær. Tað var bara góðtakiligt 4. hvørt ár. Hini árini áttu mannfólkini seinasta orðið,  tá tað kom til hatta og kanska annað við.  

Vit eru væl og virðiliga komin inn í nýggja árið. Tó vórðu vit eisini í ár mint á, at vandi er í hvørjari vælferð. Ein óhugnaligur eldsbruni var avleiðing av ósketni, ið okkum verður lagt so eina við at ansa eftir, tá skotið verður. Heppið, at grannin sá, hvat endin kundi verið hesa nýggjársnátt. Altíð er talan um skund, myrkur og ovfarakæti, tá fest verður í fýrverk.  

Sum øll onnur ár, ger ein sjálvrannsakan vart við seg við árslok. Fekk eg nú syrgt fyri tí, eg lovaði mær sjálvum í fjør, at annað skil skuldi fáast á hesum og hasum? Helst ikki, men ikki sørt kortini. Tað var bara tað, at man kom heldur seint í gongd. Kanska ikki fyrr enn út á

heystið, tí tá bar ikki til at bíða longur. Og so mín sann, partvís lukkaðist tað. Gomlu vinkonuna vitjaði man, og eldri árið gjørdist, meiri ferð kom á. Fyri at sálin skuldi gerast nøgd. Kenslan ikki so galin, tá ein partur var náddur. Men ikki rakk man øllum. Nær ger man tað? Hví ikki bara frøast um tað lítla enn at harmast um tann partin, ið liggur á láni? Hesa høgtíðina frætti eg frá eldri vinkonu eftir mong ár.

Tað var soleiðis, at skyldfólk úr Danmark vitjaðu í FO í 1972. Tað var av fagrasta veðri, tá vit vóru kring oyggjarnar við teim vitjandi. Báðir partar fingu serligar upplivingar. So vóru vit undir Vestmannabjørgunum, og álagt varð ferðalagnum at halda fingrarnar innanfyri bátastokkarnar, meðan siglt varð millum stakkar, hellur og holur. Veðrið av tí fagrasta, og alt í einum hevur ein óheppin hond lagt ov nógv fyri, og skaðin hendir. Lítlifingur meiðslaðist illa, og  báturin beint aftur á Vestmanna. Hetta sá ikki gott út. Komin aftur til Danmarkar varð fingurin tikin av. Vit kunnu kanska siga, ein fingur var tað “bara”, men hjá hesi annars gløggu kvinnu, var tað ein partur av hennara identiteti. Hon var fysioterapeutur, hevði viðgerðarstovu og  úr at gera. So hørm øll vóru, men ikki vendist aftur. Hon hevði jú tørv á hvørjum einasta fingraliði.

Hon var aftur í Føroyum í juni 2010, tá Elton John sang og spældi í Gundadali í fagrasta góðveðri. Ta løtuna segði hon, at hon ikki vildi býtt ferðina um við fingurin á sinni. Hennara fyrstu túrur í Føroyum fyri tá árum síðani, hevði altíð staðið í eini ljósglæmu. Lítlifingur kastaði ikki skugga á. Tað kyrraði okkum.

Eitt tankastrok, nú jóla- og nýggjársheilsa kom frá henni.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður