Kjak

Klumma: Gerandishetja

2019-12-27 09:20 Author image
Karin Kjølbro

Ofta hoyrdi tú fyrr, at Føroyar verða ongantíð eitt ferðamannaland, tí føroyingar eru eiðasørir til tað, sum eitur Service. Tíðin hevur prógvað, at útsøgnin er púra burturvið. Ikki bara markanaðarføring hevur gjørt, at vit eru um at hokna av ferðafólkum, men eisini góð tænasta hevur ment seg, skarar framúr og riggar, hóast okkurt ivaleyst kann gerast betur.

Tænasta sum heild er eitt breitt evni, sum eisini fevnir um m.a. almanna-, heilsu- og sjúkrahúsverk. Her og nú er tað Ríkissjúkrahúsið og sjúklingahotellið í Keypmannahavn, ið hevur nomið við meg. Tey, sum í heyst hoyrdu fyrilestur Eyðun Joensens um Psykiatriina í Føroyum í 50 ár, minnast, at hann valdi at nevna eitt fólk sum slóðbrótari, hóast tey vóru mong, sum løgdu lív og sál í at fáa psykiatrisku deild til at rigga.

Hann nevndi Karolinu Petersen, ið hevði byrjað búfelagsskap fyri sálarsjúk, so tey sluppu út av psykiatrisku deildini og fingu ein virðiligan gerandisdag aftaná uttan fyri sjúkrahúsið. Sama Karolina, sum vit kenna frá ALV, har maðurin Petur Petersen, prestur, var óløntur bókhaldari, var eisini stigtakari til Hotel Tórshavn í Keypmannahavn, har sjúklingar og møguligir fylgjarar kundu búgva, meðan tey vóru til ambulanta viðgerð á donskum serdeildum og somuleiðis fylgjarar hjá innløgdum føroyingum. Hetta kundi minka um útreiðslurnar hjá Landskassanum, sum, tá blokkurin var komin, skuldi rinda fyri sjúkraviðgerðir í Danmark.

Nýliga var eg fylgjari til Ríkissjúkrahúsið og sjúklingahotellið. Slíkt er altíð tyngjandi – einamest hjá sjúklingum; men á Hotel Tórshavn eru støðugt nýggjar eldsálir, ið lætta um gerandisdagin bæði hjá sjúklingum og avvarðandi. Har er komin venjingarmiðstøð og massasjustólur, og har er komið ítrivsrúm at brúka millum kanningar og viðgerð. Dugnaligu heilsustarvsfólkini eru tøk allan dagin, og køksstarvsfólkini eru framúr heilt frá havragreyti til grønmetissalat og annað gott frá morgunstundini.

Men tað er ein, ið hvønn dag hevur neyvt samband við flestu sjúklingar, sum ikki eru innlagdir, og teirra avvarðandi. Tað er bussjafførurin. Hann heintar í lufthavnini, koyrir til Venøgade og Ríkissjúkrahúsið og øll hini sjúkrahúsini: Gentofte, Herlev, Hvidovre og Bispebjerg. Heintar tey aftur hvønn dag og koyrir tey í lufthavnina aftur til føroyaflogfarið, tá liðugt er. Hann er hjálpsamur, stundisligur, blíður og letur seg ikki stressa. Tosar við ikki handhildnari telefon og samskipar, meðan hann koyrir. Spyr ikki um nakað og tosar ikki um sjúkur.

Tá tú kemur í matarhøllina kl. 07 á morgni, situr hann longu har, blíður og til reiðar, og kl. 7.30 fer bussurin til sjúkrahúsini. Ymiskt er, nær fólk skulu møta, og nær tey eru liðug. Hann sigur bara, "Ring, tá tit eru liðug," og onkursvegna fær hann alt at ganga upp. Hetta snýr seg um tey, sum ikki eru ment at ganga sjálvi ella at brúka almennan flutning. Hann er tøkur frá kl. 7 á morgni til 7 á kvøldi og altíð hin sami.

Nógv fín tænasta er, frá tí tú fert úr egnum túni við shuttle, á flogvøllinum og í føroyska flogfarinum, á Ríkissjúkrahúsinum, og til tú aftur ert í egnum túni. Men hann sum fær ársins prís er bussjafførurin á sjúklingahotellinum. Eg veit bara, at hann eitur Hallur, er skilagóður og kensluliga hyggin. Spurdi onkran á heimvegnum, hvør hann var, og svarið var, at hann var úr Klaksvík. Og tað er sjálvsagt gott afturat.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður