Kjak

Klumma: Gásadalur - Genéve

2019-07-12 13:13 Author image
Poulina Slættanes

Í stovuni stóð ein globus. Nógvar smáar barnahendur høvdu snarað og handskað heimskúluni  aftur og fram. Fingrarnir stóðu so sjónskir eftir. Mangan leitaðu vit eftir londum, ið vóru í brennideplinum. Vit vistu, hvar Makarios  búði á Cypern, Castro á Cuba, hvar skeiva tornið í Pisa var og Eiffeltornið í París. Jú, dúgliga snaraðu vit. Hetta var ikki ein av teimum, tey keypa í dag,  sum lýsa í øllum ælabogalitum. Hesin stóð á einum snøggum trækubba og kláraði nógvar avbjóðingar. Hann svaraði øllum tí forvitni, ið hugsast kundi í smáum barnaheilum. Bar illa til at gita og vita, so læntu vit luppin.

Ein dagin eru tveir smádreingir um skúlaaldur inni á gólvinum og vitja pápagummu annan teirra. Teir vóru systkinabørn. Annar av dreingjunum var komin at vitja familju á staðnum, meðan hin búði í bygdini. Tann, ið ikki visti annað enn at búgva úti í stóru verð, var innarliga í nógvum londum. Hevði búð í  Norðurlondum umframt Genéve. Pápin virkaði í altjóða vinnulívsfyritøku. Teir skeittu og snaraðu globussinum.

Minnist tann ferðuga siga, at har eta tey royktan fisk, har saltfisk og aðrastaðni turran. Og hann peikaði so fyndugur á øll londini. Kundu vit annað enn slota millum samrøðurnar, sum fóru fram har í stovuni millum skyldmenninar? So var steðgur. Vit skuldu øll hjálpa til at koyra gras í súrhoyggjabrunnin. Smádreingirnir komu við. Pápagumman fór at borðreiða við pannukøkum úti í garðinum, tá liðugt var at koyra í brunn. Hin sólbrendi verðinsborgarin fekk  sína søk fyri á bønum. Tráðspurt varð, hvat okkurt æt í Sveits og okkurt annað  í Hammerfest. Miðvísur og skilagóður svaraði hann. Um onkur heldur, at teir høvdu gloymt globussin, tá teir rakaðu saman líggjaskógvar, fara tey skeiv.

Teir koma inn í garðin aftur og fáa á tallerkin pannukøku.  So innaftur til globussin. Hvat fór fram frammanfyri vindeygað við globussinum, vita vit ikki. Men tá alt var liðugt etið út í garðinum, kom húsfólkið inn. Teir báðir kúllarnir stóðu aftur  við sukrutum fingrum og peikaðu og ætlaðu um eitt og annað.

Okkurt av hoyggingarfólkunum fer nú at forvitnast, hvussu Toblerone fjallið í Alpunum sá út, og hvussu pannukøkurnar í Hammerfest smakkaðu.

Onkur helt, at tað kundi verið áhugavert, um hesir báðir skyldmenninir fóru at peika á  londini, teir høvdu verið í. Pápi tann, ið búði í bygdini, var beint farin í uttanlandssigling sum navigatør. Tí ovurstórur hugur í globussinum. Hevði kanska gott í væntu.

Hann, sum dugdi fleiri heimsmál, legði út fyrst. Har fjølgaðust fleiri í stovuni, eldri og ung. Føroyskt dugdi hann raðið. Foreldrini vóru føroyingar. Men tað er ikki altíð ein sjálvfylgja.

Hesin góði, ið hevði búð í so nógvum fremmandum londum, sigur so skilagóður, hvar hann hevði búð og verið á heimskúluni. Hann peikaði á lond í Miðevropa, Norðurnorra og Danmark. Túrurin kom so til systkinnabarnið, sum nú togaði í fyriklæðið á pápagummuni.

“Kanst tú vísa mær, pápagumma, hvar Gásadalur er?”, spurdi hann og peikaði í Norðuratlantshav.

Pápagumman tók ein stokk úr stokkaskuffuni og segði, hvussu vónleyst tað var at síggja eina so lítla bygd. Tí hvørki koyrandi ella siglandi er hartil. Har er torført at koma, tí bygdargøtan eftir fjøllunum er hin brattasta og tyngsta, og lendingin hin ókyrrasta í landinum. Har hevði hann verið. Borin í leypi.

Pápagumman skilti, at øll hildu tað vera eitt sindur skemtilgt. Men hon loftaði skemtinum og spurdi hin roynda og víðfarna, um hann hevði verið har.

“Noy, ongantíð”, svaraði hann.

1-0 til tann forsmádda.

Nú valfarta fremmandafólk úr øllum heimspørtum til Gásadals og fáa gásahold av Múlafossi, ið er tað mest yndaða ferðamálið hjá útlendingum. Ferðafólkavinnan blómar.

Nú hevði dámt Uppsala-Pæturi.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður