Heimatíðindi

Klumma: Fangar og fólkatingsval

2019-06-07 09:52 Author image
Karin Kjølbro

Hugflogið hevur verið ovurstórt í valgreinum til hetta fólkatingsvalið, ið er av, tá Dimma kemur á gøtuna. Ein grein var um at gera nýtt fangahús í Føroyum, flyta innsettu heim og annars bøta um arbeiðsmøguleikarnar hjá innsettum í Mjørkadali og alt gott um tað.

Var Kriminalforsorgarleiðari í 34 ár og plagdi við ársenda at siga frá, at ongantíð sótu fleiri føroyingar um árið í donskum fangahúsi, enn sum teljast kundu á aðrari hond. Tá var eisini ofta ongin, og støðan er framvegis rættiliga lík. Tað kannaði eg í sambandi við, at dømdir grønlendingar ikki vildu úr Hersted Vester til Grønlands at sita, nú fangahúsið har var klárt (bert 7 av 28 vildu aftur til Grønlands).

Orsøkin til, at revsilógarbrotini eru so fá í Føroyum (summi ár heimsmet), og at afturfall í kriminalitet er lítil, er m.a. tí, at føroyski arbeiðsmarknaðurin og reiðaríini hava tikið væl  ímóti fólkum, beint sum tey komu út úr fangahúsi, og eisini áðrenn vandi var fyri at vera dømdur til fangahús. Eisini kundi innsetingardómur útsetast og fella burt, um hin dømdi ikki framdi nýggjan kriminalitet og helt seg til endurbúgvingarætlanina, ella tí, at hin dømdi hjálptist við dómi um samfelagstænastu, ið sum heild  hevur verið sera heppið – eisini hjá okkum. Vanligt var annars, at menn komu til Føroyar at avsita seinasta part av dóminum í Føroyum,  meðan ætlan var løgd um komandi arbeiði ella útbúgving. Annars skulu vit ikki gloyma, at fleiri hava dámt at sleppa heimanífrá at sita í sambandi við álvarsaman dóm. Summi hava beinleiðis valt at vera verðandi í Danmark aftaná avsiting.

Veruleiki er, at mong øvunda okkum okkara avbera lága kriminalitet. Og tá tað kemur til revsilógarbrot hjá sálarsjúkum, so hava vit verið serliga heppin viðvíkjandi afturfalli til nýggj revsilógarbrot, tí psykiatriska deild og Kriminalforsorginin samvirkaðu so væl. Tað merkir, at Psykiatriska deild tók væl ímóti, tá Kriminalforsorgin bað um innlegging, og annars varðveitti sambandið við tey dømdu. Ofta vildu bæði hin dømdi og avvarðandi fegin varðveita sambandið við Kriminalforsorgina. Í Danmark vóru hesi afturføll fleiri ferðir so mong, tí tey útskrivaðu fólk ov tíðliga av psykiatrisku deildunum eins og eftirlitið av Kriminalforsorgini var strikað ov tíðliga (teirra egna meting).

Valevni javnaðarfloksins skrivaði m.a., at støðan er so vánalig í Mjørkadali, at teir innsettu kunnu hava lætt við at fella aftur í nýggjan kriminalitet.

Bæði Varðhaldið og Politistøðin í Havn noyddust at flyta út úr stovnum sínum vegna blámusopp. Áðrenn tað høvdu vit eitt vælvirkandi fangahús, og satt at siga giti eg, at Mjørkadalur virkar væl við sínum dugnaligu fólkum. Spurningurin um flutning  av innsettum, ið avsita dóm, til arbeiðis (upplæring) uttanfyri fangahúsið skuldi ikki verið óloysiligur, og krevur neyvan ein fólkatingsmann sum sosialráðgeva. Sum er, er føroyski arbeiðsmarknaðurin ein gloypibiti hjá øllum, ið virka fyri endurbúgving og arbeiðsávísing. Setningur mín í hesi klummu er ikki at mæla til, at revsiverkið verður yvirtikið, men løgtingsmaðurin kundi kanska borið so í bandi her heima, at husabygging í Føroyum sambært lóg og kunngerð fer fram undir reglum, ið fyribyrgja blámusopp.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður