Kjak

Klumma: Eitt sunnukvøld í plantaguni í Rom

2019-03-08 11:11 Author image
Poulina Slættanes

Hesa ferð fara vit allan vegin suður til Rom. Hetta var á heysti fyri tveimum árum síðani. Eitt ferðalag úr Føroyum ferðaðist í forna og søguríka Rom.  Mangt, ið varð lisið og hoyrt um í søgubókunum, var nú beint fyri framman. Hugurin leitar aftur til ein alfagran sunnumorgun, ið byrjar við hámessu og yndisligum kirkju- og kórsangi í italska høvuðsstaðnum. Veðrið so passaligt hjá okkum litfarnu føroyingum. Matstovur vóru á hvørjum geilarhorni við fagurlittum ljósperum. Gøtusangarar og harmonikuspælarar styttu okkum um løturnar. Ferðafólk úr øllum heraðshornum streymaðu út og inn av hotellum og gistingarhúsum út á tær skitnu og útkleyraðu gongugøturnar. Sølumarknaðir vóru nógvir, – við silki- og leðurvørum og Pinocchioum í øllum støddum. Pinocchio, pellaran mikla, kenna vit úr barnabókini hjá Carlo Collodi, sum er italskt burturav. Sum vit við lundanum, markanaðarføra italienarar sín skemtiliga forherðing við langa klyvaranum.

Vitjanin galt høvuðsstaðin Rom og Assisi, ið liggur nakað norðanfyri Rom. At síggja og uppliva Colosseum, størsta sjónleikarhúsið frá fornøldini við 45.000 sitiplássum, var nakað heilt fyri seg. Vit høvdu eina skilagóða guide, sum í  býarganginum greiddi so mikið væl frá, at vit kundu munnavlesa tað, hon segði, tá oyratelefonir ikki riggaðu eftir ætlan. Ikki smæddist hon at brúka eyðkent, suðurlendskt kropsmál. Søgurnar vóru ræðandi at hoyra. Elligomlu leivdirnar svaraðu aftur og vóru ein týðilig tala úr søgubókunum. Her var nógv gongd og strongd. So mangt hugfangandi í fornaldarligu leivdunum, at tað onkra løtu kendist heilt óveruligt. Allar hesar mangan ógvusligu hendingar, vit fingu endursagdar, gingu fyri seg, áðrenn okkara kæru føðilandsoyggjar nakrantíð vórðu bygdar. Jú, ferð var á ferðalagnum, og tíðin gekk undan. Eftir túrin í Colosseum gekk leiðin til Vatikanið. Har var security, so tað vildi nakað. Tað er sjálvandi neyðugt í hesum so ótryggu tíðum við fleiri túsundtals ferðafólkum. Har inni hingu undranarverdu, litríku málningarnir hjá Leonardo da Vinci (1454-1519) av bíbilskum hendingum, randaðir í gulli og hegnisligum, bogaðum listum. So langt eygað rakk, sóust listaverk, málningar, skurðmyndir og minnisplátur. Hetta vóru upplivingar við lít.

Sunnudagurin fór at halla. Vit skuldu í býin at eta okkurt munagott á eini góðari matstovu. Vit skolaðu dust og dast av okkum og lótu upplivingarnar sodna og stevndu inn í eina hugnaliga matstovu, fleiri enn tjúgu í tali. Har vóru allir nationalitetir umboðaðir. Við eitt vælspælandi klaver sat ein dúgligur klaverspælari. Skjótt funnu vit útav, at repertoirið var at spæla heimlig løg fyri gestunum. Tað hevði hann fult tamarhald á. Vertirnir funnu neyvan út av, hvørji vit vóru. Vit sungu og murraðu bara við – væl nøgd, um tað vóru týskir  sangir, enskir hjá  Veru Lynn ella amerikanskir cowboysangir.

So var tað onkur okkara, sum ikki kundi “bara” sær og spurdi pianistin, um hon kundi spæla ein “góðan”. Gaman í, leyst og liðugt. Tað var sunnukvøld, so hví ikki “Eitt sunnukvøld í plantaguni” í Rom? Dacapo. Klapp og fagnaður. Tænarar komu inn við tostadrykki við smáum pappírsparaplyum festum á gløsunum og myrkari sjokolátu. Men hvat hendir so? Pianisturin sessast aftur í klaverstólin og spælir umaftur lagið hjá havnarmanninum Birna Dam uttan nakrar  forðingar. Hetta gjørdi okkum serliga kløkk, og meðan vit undraðust, tóku alheimsmatstovugestirnir undir og komu á lagið. At hetta bar til, – at  vælklingandi føroyska lagið rakk líka undir stjørnuglógvandi himmalin suðuri í Miðjarðarhavinum, tá dagurin riggaði av, var løgin kensla.

Sigast má, at samsvar er, tí “Eitt sunnukvøld í plantaguni” var kosið sum størsta landaplága í føroysku tónleikasøguni seinastu 50 árini. Tað var Simme, sum í 1957, tá útvarpið fór at senda og gav plátuna út. Soleiðis varð sagt tíðindaportalum í 2007.

Fellur væl í oyrað – eisini í Rom.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður