Kjak

Klumma: Ein annar 90 ára føðingardagur

2020-02-07 08:05 Author image
Poulina Slættanes

Í dag fyri níti árum síðani varð eitt gentubarn borið í heim í Norðurírlandi. Har hon var fødd, merktu tey eisini ta heimsumfatandi búskaparkreppuna, men ringast var bakkastið hjá húskinum, tá mamman doyr frá fimm børnum. Heimið syndrast, tí tað gerst ov møtimikið hjá pápanum at vera einsamallur við børnunum. Í Glasgow búði ein pápasystir. Hon tók tey trý yngstu til sín. Hetta lá væl fyri. Fastirin hevði stóran handil, var ógift og hevði rúmligar umstøður at taka sær av bróðurbørnunum.

Eitt teirra var Cecilia O’Hagan, fransiskanarasystir, sum í dag fyllir 90. Í 1964 steig hon fyrstu ferð fótin á land í Føroyum. Tí er eitt gott høvi at lýsa hesa  merkiskvinnu, ið hevur havt eitt so virkið og inniligt bønar- og foldarlív.

Hon er bara fimm, tá hon byrjar í einum nunnuskúla hjá Notre Damesystrunum í Glasgow. Tá Cecilia er 16, endar skúlagongdin. Tann systraskipanin fevnir bara um skúla. Cecilia fer tá heim til pápan í Norðurírlandi og sigur honum, hvat hon nú ætlar. Avgerðin er tikin. Cecilia vil í kleystur. Men tá hon er so ung, skal pápin játta. Hann ivast, um hon veit, hvat hon ger. Pápin biður hana spyrja pápasystrina eisini. Hon so ger. “Jú, far, men eg gevi tær ferðaseðlar aftur og fram, tí tað kann henda, at tú tekur hatta í teg aftur, tá saman um kemur.”

Tað varð av ongum. 17 ára gomul fer Cecilia í nunnukleystur og er avlærd trý ár seinni og endaliga vígd til fransiskanarasystir við øllum teimum, fyri okkum,  merkisverdu forðingum: Missa bæði fornavn og eftirnavn, ikki giftast ella eiga børn, avmarkað samband við familjuna og í sparsemi at liva eitt tætt og inniligt lív við tí bíbilska fleiri ferðir dagliga við sangi og bøn.

20 ára gomul og nýútlærd sjúkrasystir fer systir Cecilia til Onglands. Her skal hon sum fransiskanarasystir taka hond um tey fátæku í dokkunum í London. Tað vóru harðrendar og ráar umstøður við nógvum børnum, ið ikki áttu trevil upp á kroppin, vóru svong og illa kálvfødd.

Nunnur fóru tá í tíðini har, tær vórðu sendar. Ikki hugsingur um at hava nakað ynski. Systir Cecilia verður send til Fraklands og arbeiðir har sum sjúkrasystir umframt at undirvísa seingjarliggjandi børnum á einum orthopediskum hospitali. Henni dámdi ónatúrliga væl har, tá boðini koma: Tú skalt til Iles Féroé – Føroyar.

Hesa tíðina heldur pávin í Rom, at dagføringar og nýmótansgerð mugu til í katólsku kirkjuni og eisini innan kleystrini. Og nakað hendir. Systrarnar fáa síni dópsnøvn aftur. Tungi, hvíti búnin í fleiri løgum frá høvdi til síðan kjólafald verður skiftur út við tíðarhóskandi búna. Prestarnir fóru at prædika á móðurmálinum í staðin fyri latíni, og systrarnar kundu fara út hvør í sínum lagi. Áðrenn skuldu tær altíð vera minst tvær í fylgi. Nú slapst heim at ferðast annaðhvørt ár og at búgva hjá familju og ikki í einum grannakleystri. Øllum hugaði nýggja reformin.

Vit, sum kenna ta fevnandi, fródligu og fittu fransiskanarasystrina, undrast yvir hennara markantu avgerð fyri 73 árum síðani. Barngóð sum fá, blídlig og brosandi. Tað er sum dygga og dámliga læraran í Nonnuskúlanum og undirvísara úti á Setrinum fyri nú mongum árum síðani, at vit minnast hennara framúr hegni, tol og beinasemi. Lesi- og skrivimetodur hennara vóru skynsamar og verða brúktar á nógvum skúlum. Hon dugdi føroyskt og søgu okkara, men sína heimligu mentan hevði hon við sær. Og so hugtakandi tað var, tá Cecilia við serlig høvi dansaði skotskan dans. Í kallinum tók hon eina av meginreglunum hjá Frans úr Assisi til sín: Lær meg at geva uttan at fáa afturfyri. Tí tað er, tá ið vit geva, at vit fáa, og tá ið vit fyrigeva, at vit verða fyrigivin.

Systir Cecilia O´Hagan er elsta nunna í kleystrinum Kerit. Eitt valafólk, ið mong minnast við størstu virðing frameftir.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður