Kjak

Klumma: Blikkeskjan hjá abba

2019-01-04 09:19 Author image
Poulina Slættanes

Bretska kongshúsið var so sjónligt í fjør. Tey hildu serligar merkisdagar, ið vit ikki sloppu undan at leggja til merkis, – brúdleyp, rundur føðingardagur hjá sjálvum krúnprinsinum og so metlanga stjórnartíðin hjá tí myndugu og gløggu Elizabeth drotning.

Um tað mundið festi okkurt í hjá mær, sum eg minnist frá barnaárunum. Í 1953 gjørdist elsta dóttir kongin í UK drotning, tí pápin, George, knappliga doyði, meðan hon var eina longri ferð úti í heimi við manninum. Og hon er still going strong nú 65 ár seinni.

Útróðrarbátarnir norðuri hjá okkum seldu um hetta mundið ísfisk í Hull, Fleetwood og Grimsby. Minnist, at á loftsgongini hjá okkum stóð ein prýðilig eftirgjørd, lítil standmynd av ensku drotningini í skreyt og skrúð. Í kjóla, sum vildi nakað og skreyti um háls, armar og bringu. Um hárgarðin glampaði eitt ennisprýði. Hon var í fagrastu litum. Hesa hevði mamma mín fingið frá onkrum, ið hevði verið har um leiðir, tá krúningin av Elizabeth drotning fór fram. Kongstrúgvu onglendingarnir gjørdu so øgiliga nógv burturúr, – alt, ið kundi seljast av lutum við mynd av Elizabeth, lá í handilsgluggunum.

Aftur til standmyndina, – komin upp í hálva loftstrappuna, sást tú ensku drotningina sita har í dýrd og mæti. Barasta so flott, helt eg. Í stovuna fór hon ongantíð. Minnist, hvussu ring hon var at vaska og halda við líka. Har vóru lek í fína kjólanum, prýðunum um herðarnar og smúkkunum. Tá fingust ikki vattpinnar í handlinum, ið høvdu verið so stak góðir til endamálið.J

Eg átti tveir abbar, annar átti alt og hin avmarkaði seg nógv, setti eingi krøv til nakað, men nøgdsemi myndaði hansara gerandisdag. Hann búði suðuri á landi, og fleiri ferðir um árið búði hann hjá okkum á veg frá skipi og veg til skips. Tá flata, fýrakantaða blikkeskjan hjá abba stóð á kamferkistuni í gongini hjá okkum, vistu vit, at nú var abbi komin. Men hvussu sá eskjan út? Jú, lokið var ein prýðilig mynd av Elizabeth, Queen of the Commonwealth. Í eskjuni var alt, abba tørvaði: Rakigreiðir, sjófartsbók, happadráttarseðil, kambur, receptir, pengapungur, plástur, brillur, felliknívur, tubbak, blýantur, lyklar, trygdarnálir og helst okkurt annað. Eingin ivi um, at í blikkeskjuni høvdu einaferð verið góðar, enskar karamellur og at hon var komin til landið, tá teir høvdu selt á enska marknaðinum.

Jólini eru farin aftur um bak, og eitt nýtt ár hevur tikið við. Men eg minnist, at eg segði við mammu einaferð um jóltíðir, at vit skuldu geva abba okkurt frægari og handigari at hava “sítt lív” í. Eina betri tasku úr nýggju Klædnabúðini kanska, har alskyns smá rúm vóru at goyma í.  Mamma helt tankan vera góðan, men kortini ikki. Handan  “kakukassan”  við ensku drotningini vil abbi ikki skifta út við hvat sum helst. “Jú men, mamma, nú má hann hava elastikk um, tí lokið dettur av”. Jú, tað visti mamma, men tað er líkamikið hjá abba, segði mamma. Abbi er nøgdur, ja, so vælnøgdur við sína alneyðugu goymslu, hóast lokið er mislitt vorðið, og sprungur komnar í drotningina.

Abbi hevði hesa dýrabæru goymslu til sín doyggjandi dag. Tað er hetta nøgdsemi, ið man kanska hevur alt ov lítið av í gerandisdegnum. Mangan seta vit krøv til hentleikar, sum kanska einki hava uppá seg, tá samanumkemur. Abbi fór so vandaliga um sína “lívsgoymslu”, at í hansara tonkum kundi einki koma og loysa hana av. Hvørja ferð hann tók lokið av, segði hann, at her hevði hann fult yvirlit á tí, sum neyðugt var at halda skil á.

Hugsi, at hann hevði grein í sínum máli.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður