Kjak

Klumma: Ársuppgerð  

2018-12-14 11:48 Author image
Karin Kjølbro

Nú árið fer at halla fara grannskoðarar og virki at gera árið upp í inntøkum og útreiðslum. Hjá summum ivaleyst sera áhugavert. Í mínum arbeiðslívi minnist eg meg at hava verið á onkrum skeiði um at gera upp og hyggja inneftir bæði sum leiðari og sum starvsfelagi. Hitti ein komandi pensionist um dagarnar. Hon gleddi seg at gerast pensionistur. Vit tosaðu um, hvussu vit broytast, gloyma nøvn, gerast ótolin, tí alt tekur longri tíð. Jamen hevur tú ikki altíð verið ótolin, sigur hon. Tú rennur, sum tú altíð hevur gjørt. Tað verður bara meira av tí sama, tá vit eldast, mátti eg viðganga – sjálvsagt, um heilsan er á leið. Eg vildi ikki nevna við hana, at nú eri eg komin til avruddingaraldur. Neyðugt er at skilja seg av við tað, ið er óneyðugt. Hóast tað er ringt at sleppa, serliga, um vit eru tvey. Eitt er tó hugaligt, og tað er, at tú finnur ymiskt, ið er goymt og gloymt. Hjá mær var mangt fest á blað, áðrenn teldan kom í húsið, og við hvørt undrist eg yvir avrikið.

Bønin, ið eg kunngeri í dag, er frá skeiðnum um at hyggja inneftir. Havi onkuntíð borið tað fram fyri pensionistum. Her var í øllum førum nakað, mong vildu hava avrit av. Ein gomul nunna átti bønina, og hon er frá 1610 og funnin aftanfyri innhurðina í eini enskari kirkju, og er soljóðandi:

Góði Guð

Tú veitst, at eg eri við at verða eldri og skjótt eri gomul. Slepp mær undan tí ringa vana, at eg endiliga skal orða meg um alt við eitthvørt høvi. Slepp mær undan trongdini altíð at orðna alt fyri onnur. Ger meg hugsunarsaman, men ikki tungsintan. Hjálpsaman, men ikki beturvitandi. Tá eg hugsi um mín stóra vísdóm, so er tað spell, at hann ikki veruliga verður brúktur. Men Harri, eg skuldi helst varðveitt nakrar fáar vinir til tað seinasta. Lær meg ikki at roksa við smálutir, men at koma til sakina. Stong varrar mínar um stúring og pínu. Tær verða fleiri og fleiri, og hugurin til at gremja meg veksur, sum árini ganga. Eg tori ikki at biðja um eitt betri minni, men størri eyðmýkt, tá tað, eg minnist, tykist at vera í stríð við tað, hini minnast.

Lær meg tann sunna hugburð, at eisini eg kann fara skeiv.

Lat meg vera til at halda út. Eg havi einki ynski um at verða eitt halgimenni – summi teirra eru ring at halda út: men eitt súrt og tvørt menniskja er eitt av meistaraverkum djevulsins. Gev mær førleika til at síggja nakað positivt, har eg ikki hevði væntað tað og góðar síður hjá menniskjum, har eg ikki hevði væntað tað. Og gev mær endiliga ta náði, at eg kann siga tað við tey. AMEN

Sjálvandi lat eg fáu starvsfeløgum mínum bønina og minnist tvær, ið støðugt høvdu hana liggjandi á borðinum. Eri sannførd um, at gerandisdagurin verður lættari fyri okkum og tey vit varða av, um vit royna regluliga at taka eina ársuppgerð hesum viðvíkjandi.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður