Kjak

Klumma: Arktisk rehabiliteringsverkætlan í kommunuhøpi

2018-12-07 12:58 Author image
Karin Kjølbro

Í nýliga útkomnu bókini hjá Beintu Løwe: Kvinnur í landspolitikki verður m.a. víst á, at bleytu virðini komu inn í føroyskan politikk við kvinnunum fyri 40 árum síðani.

Tí var tað hugvekjandi, tá Sambandsflokkurin, har ongin tingkona var eftir seinasta val, hin 25. oktober í ár hevði forvitnisliga framløgu um rehabilitering í Norðurlandahúsinum, har nógv vóru møtt – ikki minst heilsustarvsfólk. Fyrrverandi løgtings-og landsstýriskona floksins,  Rósa Samuelsen, legði fram og hevði sett seg væl inn í málið, meðan teir fimm løgtingsmenninir vóru meira munnstillir.    

Uppskotið, ið er lagt fyri tingið, skal eyðvitað innast í sjúkrahúshøpi við serligum atliti til ein samskipara, ið skal fáa øll fakøki bæði á LS og uttanfyri at virka í felag.

Fýra vikur seinni, hin 21. november, setir Bergunn Kass, býráðslimur í Havn, arktiska rehabiliteringverksætlan fyri býirnar Aalborg, Nuuk og Tórshavn. Sum eg skilti tíðindastubban, so var hetta bert Tórshavnar kommuna av føroysku kommununum. 

Kenni ikki vakrari sosialpolitiskt orð enn júst revalidering og rehabilitering. Í setanarrøðuni sigur Bergunn Kass, at henda verkætlan skal varpa ljós á støðuna hjá eldri fólkum, meðarbeiðarum  og fólkinum sum heild. Arbeitt verður í tveir dagar. Ivaleyst eru fleiri við mær, ið vóna, at tað sum kemur burturúr, eins og fortreytin fyri niðurstøðunum, verður atkomuligt hjá áhugaðum og øðrum kommunum, sum Bergunn eisini vónar. Undrist eitt sindur yvir orðingina Arktis. Er tað ríkisfelagsskapur í nýggjum hami? Tað eru neyvan tvey ár síðani danskur tíðindamaður skrivaði bók, nevnd: Danmark som verdensmagt i Arktis.

Annars er vert at nevna, at áðrenn tingið fór heim í summar, var spurningurin um endurvenjing  av parkinsonsjúklingum undir 67 ár viðgjørdur í tinginum. Har fingu vit at vita, at arbeitt var við málinum, og at í hesum ári skuldi gerast uppskot um endurvenjing fyri hesar borgarar, og at tað skuldi vera við á komandi løgtingsfíggjarlóg. Viðv. uppskotinum hjá Sambandsflokkinum um rehabilitering, so visti útvarpið eisini at siga, at tað var væl tikið ímóti av øllum flokkum í tinginum.

Um vit venda aftur til rehabiliteringina, har Sambandsflokkurin leggur dent á, at tað skal vera ein samskipari á LS, ið er lyklapersónur til at byggja brúgv millum deildir og serkunnleika eins og serkunnleika uttanfyri Sjúkrahúsverkið, so noyðast eg at minna á, at í sambandi við Palliativa toymið (linnandi viðgerð, tá viðgerð fyri lívshættisliga sjúku er steðgað) á LS, vóru umframt lækna og sjúkrarøktarfrøðingur, eisini sálarfrøðingur og fysioterapeutur frá byrjan, men hesi bæði seinastu eru ikki longur. Í síni tíð (1937), tá sosialráðgevaraútbúgvingin var sett á stovn í Norðurlondum, var orsøkin hon, at alneyðugt var at hava hesi fakfólk sum samskiparar og brúgvabyggjarar á sjúkrahúsum og millum sjúkrahús og  serkunnleikan uttanfyri. Sjálv havi eg arbeitt sum slíkur á donskum sjúkrahúsi í fimm ár. Ein sosialráðgevi hevur verið á LS, men var spardur burtur fyri fleiri árum síðani.

Samanumtikið er alstórur tørvur og ynski um rehabilitering og samskipara bæði hjá landi og kommunum. Væl verið tykkum, ið hava tikið spurningin uppaftur, standið saman um hesa lívsneyðugu verkætlan og byggið á royndirnar, ið frammanundan eru í landinum.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður