Kjak

Klumma: Aldurisma

2019-09-27 11:25 Author image
Poulina Slættanes

Bara fyri heilt fáum árum síðani gav ein sær ikki stórvegis far um aldurismu. Góð tíð til tað. Nú er øðrvísi. Vaksnamannalívið er av, og eitt annað  hevur tikið við, tí nú er man væl við aldur, sum tey siga. Og at vera væl við aldur er gott. Í øllum førum beint nú. Tað kann vera so nógv, sum ger seg galdandi, tá liðir og limir fara at vikna. Kropslig brek seta altíð avmarkingar.

Í Føroyum eru 8000 alduristar ella pensionistar. Hetta eru borgarar, sum hava fylt 67. Frá tí degi verður ein av sær sjálvum ein teirra, ið mann ikki kann vænta gera dávanyttu longur. Í staðin fyri verður goldin ein “eldrasamsýning” fyri, at nú er markið nátt.

Millum hesar nógvu pensionistar eru nógvir vælvirkandi samfelagsborgarar, ið taka lut samfelagsliga eftir førimuni. Og tey gera tað so gjarna. Kann nevna  vitjunarvinirnir hjá Reyða Krossi. Tað er, tá mann fer út at vitja eldri borgarar, ið eru darvaðir at fara út fyri dyr. Skilji, at tað er væl móttikið bæði á røktarheimum og við hús. Millum kynini er sum so eingin munur á vitjunarvinum, – bæði menn og kvinnur taka væl undir við vitjunartænastuni. Hetta gevur báðum pørtum aloftast eina meiningsfulla løtu. Samsýningin er tað filantropiska.

Nakað, sum pensionistakvinnur eisini taka sær av, er endurnýtslusølubúðunum. Tær eru nógvar í landinum. Hesar taka sær av at bøta um, hampa og leggja fram pløgg, ið fólk hava latið til endurnýtslurnar. Tað er bara at halda seg til.

Landsfelag Pensionista er vælvirkandi. Undir hesum hatti eru tey 16 lokalu feløgini kring landið. Í farna mánaði var eldradagur í SALT á Tvøroyri. 322 tóku lut henda dagin úr øllum landinum. Lokala felagið har suðuri saman við landsfelagnum høvdu eina sera fjølbroytta og skilagóða skrá fyri dagin. Hølini vóru eisini so framúr. Undir einum lívligum felags morgunmatarborði varð greitt frá søguni um SALT á Drelnesi. Sera hóskandi og vit høvdu varhugan av veggjatutlum millum saltsúlur, saltlúkur og saltsillar. Undir borðhaldunum spældi ein hugfarslig harmonika og gittari undir. Og tað, sum sungið varð, vóru gamlir kvøðuljómaslagarar og fosturlandssangir. Smáar bussferðir vórðu gjørdar og gongutúrur fram við Stórá og rundferð í Válinum á Tvøroyri. Tað varð stórliga fagnað, tá henda eldragonga kom aftur til eitt hugnaligt døgurðaborð. Henda seinnapart var lívligt við Trongisvágsfjørð, meðan smá innsløg vóru við skemti og gestarøðarum. At Tróndur Enni við síni Lív sungu so lívsjáttandi á sínum sjarmerandi suðuroyarmáli, rulaði bara.

At okkum eldru stendur í boði at vera við í lokalu pensionistafeløgunum, er ikki til at kasta aftur. Hvørja viku hittast hesi til kortspøl, binding, sangløtu og upplestur og smáar óbindandi fyrilestrar. Samfelagsgagnligt, meini eg.

Fleiri kommunur hava hvørja viku rørsluvenjingar fyri eldri í hóskandi fimleika- og ítróttarhøllum. Tey, ið møta, gera sjálvi av, hvussu langt orkan røkkur, og hvat er teimum til frama.

Pensionistar taka seg eisini saman og gera ferðir av landinum. Fleiri góðar og søguligar upplivingar hava verið við onkrum á bíðilista.

Mann kann ikki siga annað enn, at lív er í gomlum kongum eftir longum áramáli. Á hvørjum ári hevur Háskúlin eldraskeið við nógvum áhugaverdum smáum útferðum, upplestri, handaligum virksemi og tónleiki.

Um jóltíðir kom fyrsta blaðið, ið er ætlað pensionistum, og sum Norðlýsið gevur út. Tað er Fyndin, og fyndin er góð bæði í leiðara og innihaldi. Kann bara viðmæla alduristum at halda ella keypa blaðið.

Tað er so nógv, man fær innlit í, tá man limar seg inn í sítt lokala eldrafelag. At man fær eitt avsláttarkort til handlar kring landið, er ikki so galið. Tað virkar sum kortið, pensionistar fáa til Bygdaleiðir og Strandferðsluna.

1600 pensionistar eru limir í lokalu feløgunum kring landið.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður