Kjak

Klumma: Ábyrgd og Álit

2019-07-05 10:58 Author image
Karin Kjølbro

Í farnu viku var dømi um eina Johonnu við fullum navni, ið var við barn, og sum hevði deilt eina mynd av sær sjálvari við einum ikki tómum glasi í hondini. Fyri hesa vaksnu kvinnu var avleiðingin, at hon fekk uppringing frá sosialráðgeva í kommununi, ið spurdi: "ert tú rúsað nú Johanna?" - Síðani varð hon innkallað til samrøðu í kommununi saman við manninum, har tey máttu standa til svars fyri ákærum. Tað gingu tveir mánaðir, áðrenn kommunan var liðug at kanna og síðani at leggja málið, tí onki veruligt var at seta fingurin á  hjá hesum hjúnum.

Sum skilst eru somu tankar frammi viðv. royking og ovureting, nevniliga, at fólk skulu hava uppringing frá kommununi. Etiska ráðið hevur tó mælt til varsemi. Hendingin fór fram í Danmark. Danir hava altíð verið seinir sammett við grannalondini, tá tað kemur til tiltøk móti tubbakki og rúsdrekka. Meginreglan hevur verið, at fólk skulu hava upplýsing og síðani taka avgerðina sjálvi. Støðan har er, sum skilst, hon, at børn og ung drekka og roykja meiri enn í hinum Norðurlondum. Kjakið um sigarettprísir har í seinastuni bendir tó á, at vend skal koma í. Annars eru mong ár liðin, síðani okkara egni Pál boðaði frá, at nýtsla av rúsdrekka (og tubakki) bert kann  tálmast við prísi og atkomuleika. Sama sum amerikumenn funnu útav fyri 100 árum síðani viðvíkjandi rúsdrekka.

Og nú komi eg til evnið, ið hevur ørkymlað meg, síðani útvarpstíðindini sunnumorgunin 30. juni  kl. 10 um Voxbotn. Politiið og samarittar hava ongatíð havt so nógv at gera, og meira at gera  enn til ein heilan Festival. Og tað vóru tey 14 til 18 ára gomlu, ið ikki bert vóru full, men dýrandi full. Løgreglan, ið ikki plagar at sløða um seg við kenslum brúkti orðið "syrgiligt."  6000 atgongumerki vóru seld, og onkuntíð var eisini vandi fyri, at fólk vóru kroyst. "Hvar eru foreldrini?" var mín fyrsti tanki; og tøkk og prís, at ongin datt á sjógv ella niður úr eini mastur ella av Nólsoyarpálli, sum myndir vístu. Hvussu hava børn fingið fatur á rúsdrekka í slíkum nøgdum? Hvør hevur skonkt, og hvør hevur selt? Kann ikki hugsa mær annað enn at hesi kenna reglurnar í Føroyum um, at tað ikki er loyvt at selja rúsdrekka til ung undir 18 ár.

Veit ikki, um løgregla og Landssjúkrahús boða barnaverndum frá um hesar hendingar, sum tey hava víðkaða skyldu til sbr. barnaforsorgalógini, tá tey eru varug við, at børn undir 18 ár, ikki liva undir tryggum og mennandi umstøðum.  Sum skilst er tað ein fyrrverandi býráðslimur, ið eigur og rekur Voxbotn. Í skrivandi stund er ikki komin viðmerking frá honum hesum viðvíkjandi. Hann kundi t.d. lýst tiltakið við, at Voxbotn er fyri vaksin og minka um talið av atgongumerkjum. Tøkk fái Blái Krossur fyri, at tey vóru so kvik við tí góða orðinum í hesum høpi. 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður