Klumman: Free bleeders

2017-03-11 16:58 Author image
Dimma

Sat og lurtaði eftir Sissal Kampmann og sendingini “Feminisma 2017“ fyrr í dag. Áhugavert at hoyra so klókar kvinnur sita og kjakast um eitt evni, sum eg eri so lítið áhugað í. Og hinvegin, sum eg siti og njóti gott av, eftir at hesir, fyrr nevndu reyðsokkar, hava slóðað leiðina fyri, at eg, sum eri kvinna, skuldi nakar ivast, kann fáa loyvi til at yvirhøvur hava eina meining, svart uppá hvítt. Uttan at verða brend á báli. Tí, nógv kann man halda um reyðu sokkarnar, men okkurt hava tær gjørt. At hugsa sær, at tað fyri ikki so nógvum árum síðani ikki var loyvt kvinnum at luttaka í eitt nú einum marathon, bert fyri at nevna eitt dømi. Og høvdu tær ikki brent brósthaldarar, barst fyri valrætti og fyri at verða hoyrdar og virdar eins væl og menn, so hevði klumman hjá mær, vissi eg væl at merkja hevði loyvi til at skrivað, sikkurt verið dikterað av einum manni. So, takk tit! Tit gera mun!

Tá tað so er sagt, so kann eg mangan undrast á, og øsast upp um, at sumt fær pláss í einum kjaki, og enntá útgivið í bók. Sum um hetta er nakað at kjakast um! Álvaratos!
Eg datt um hetta evnið fyri tíð síðani og varð aftur mint á tað ein dagin, eg drønaði runt á facebook. Har var ein mynd av einum kvinnuligum yogalærara, “all dressed in white”, í eini kringari positión, allarhelst kallað “svanurin” (ella okkurt líknandi), við útsýnið yvir “fullmánan”, ella í hesum føri “bloody moon”. Gleivandi, ósmæðin, við einum blóðpletti ímillum beinini. Tí hon hevði nemliga mánasjúku. Og mánasjúka er onki at skammast av. Tað er so natúrligt, at tað gott kann veittrast upp í høvdið á øllum.
Og, fyri at tað ikki skal vera lygn, so skal man ikki kenna seg tvungnan at brúka bind, ella tampax. Tí hetta er natúrligt, og kvinnan skal ikki kenna seg skitna fyri tað. Nokk við undirkúgan, inn við “free bleeders”, tí soleiðis kalla tær seg. Læt blóðið renna frítt. Apropos marathon og feminismu, so var ein mynd av eini kvinnu, ið praktiseraði hetta her fría bløðaríið, meðan hon rann marathon. Streymandi niður eftir lørunum, tí tað er púra natúrligt. Tað er okey at bløða. At bløða meðan man rennur marathon. Og í staðin fyri at kenna seg tvungnan til at brúka bind, so kann man heldur bara skifta trussir nakrar ferðir um dagin. Tað gjørdi hendan her, ið hevur skrivað bókina: “Gennemblødt” (Maja Nyvang Christensen og Sine Cecilie Laub). Hví er tað betri at skifta trussir fleiri ferðir um dagin heldur enn at brúka bind?  Hví yvirhøvur upphevja hasa mánasjúkuna til nakað so natúrligt, at tað blívur ónatúrligt?
Og nú er tað sikkurt onkur feministur, sum kundi hugsað sær at greitt mær frá, hví tað hevur týdning at varpa ljós á eitt tabu sum mánasjúku, og hvussu mánasjúkan er blivin útspilt og tagd burtur í “tidens løb”, men vita tit hvat? Droppa tað bara, tí eg siti og blundi og haldi fyri oyruni.

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen
”Den er helt gal med Anna”

”Den er helt gal med Anna”

Tá Anna arbeiddi sum fangavørður, varð hon mett sterk og óttaleys. Men í loyndum stríddist hon við álvarsama strongd

Author image Marita á Rógvi

Meira langlesnaður