Eproctofili

2017-03-04 15:32 Author image
Dimma

Seinast lovaði eg at skriva um eina parafili/fetich, ið verður nevnd eproctofili. Eg hevði sligið orðið upp og funnið útav hvat tað merkti, og fekk beinanvegin stuttligar myndir í høvdið av alfahanninum, ið bæði tendraði uppá at sleikja eygnakúlir (sí seinastu klummu) og nú eisini hetta her. Eg fari at leiða tykkum spakuliga inná evnið, fyri at vita um tit sjálvi kunnu gita.
Tá man hevur hesa fetich, so vil man fara langt fyri at uppliva hetta saman við hinum partinum. Eg fann útav við eitt sindur av “research", at hevur man eproctofili, brúkar man nógva tíð til at hugsa, ja fantasera og tosa um hetta. Kanska leiðir man prátið inn á evnið “lige så stille”, sum av óvart. Kanska bjóðar man til ein betri bita við kálsuppu til forrætt. Hetta fær meg at hugsa, um tað ikki er ein uppløgd fetich at hava her í Føroyum, um man eigur nógvan góðan føroyskan mat í boksini at bjóða av. Ræstan fisk og garnatálg, ræst kjøt og røtur, skerpikjøt og rullupylsu við nógvum leyki. Deiliga lætt. Kanska hevur man tikið hyndurnar av stólunum, so gesturin situr á hørðum undirlagi heldur enn bleytum. Nei, eg veit ikki, eg giti bara.
Hetta er nakað, ið allar flestu okkara royna at fjala, í øllum førum fyrstu ferð man fer heim við onkrum.
Hetta er nakað, sum bara ikki má henda á fyrstu “date”, og hjá summum helst ongantíð, meðan hin betra helvtin er til staðar. Veit at maður mín kundi hugsað sær, at tað var soleiðis enn her heima, og at hann ikki hevur fyri neyðini at kenna meg so væl, sum hann hevur gjørt seinastu 15 árini, men so be it. “I´m a human being!”
Hava tit gitt?
Tað sum veruliga tók meg á bóli, tá eg googlaði orðið, var, at tað er ein rúgva at lesa um evnið! Eg kom enntá inn á eina heimasíðu (www.rightdiagnosis.com), har man kann fáa hjálp fyri hetta, um tað fyllir ov nógv í gerandisdegnum. Álvaratos!
Summi ganga also runt og fáa ikki tankarnar burtur frá fretum.
Um daman nú fratar, meðan “man er í gongd”, so er eproctofilisturin heilt uppi at koyra. Tað pjøvist ikki bara at verða undir sjálvum leikinum, men bara soleiðis sum ellars, vissi daman kemur til at frata og gerst kløkk og nipin, so er tað øsandi fyri makan. Nú skrivi eg sum um, at tað bara eru menn sum tendra uppá hetta her, men tað var tí at eg fann eina lýsing av orðinum, sum segði, at tað oftast eru heterosexuellir menn, ið tendra uppá, at kvinnan fratar. Havi tó ikki funnið útav, hvørt tað er ljóðið ella lukturin, ella kanska bæði tvey, ið eru mest øsandi. Hugsi um, er tað ljóðið, so kann man altíð keypa eina prumpipútu og taka hana við undir dýnuna. Ein bílig loysn. Men tað er nokk sum við so nógvum øðrum, tann ektaða vøran er ofta best... kvalitet fram um kvantitet.

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður