Klumma: Burn – ikki bara ljósareytt

2017-01-14 22:36 Author image
Dimma

Tá man skrivar klummu, so skrivar man ofta um hugleiðingar úr gerandisdegnum. Gerandisdagurin hjá mær er litaður av “Burn”, og fer tað at síggjast aftur í klummuni, eisini hesa ferð, eins væl og í síðstu. Hetta fyllir alt fyri tíðina.

Nú havi eg verið í gongd í eina viku. “Í gongd” merkir í hesum føri, at eg havi fylgt kostætlanini til punkt og prik og havi trenað tað ið eg eigi.

Dagur 1:

Ikki bara sum at siga tað, at viga allan matin eg eti. Hinvegin so er tað slett ikki so býtt at síggja, hvussu lítið tað ber til at eta uttan at tað ger nakað. Hetta skal nokk ganga. Eg sleppi eitt nú at eta fullkornsbreyð og peanutbutter, tað er ikki so býtt. Venjingarnar eru fínasta slag. Deiligt at vera fýra saman, tá man venur.

Dagur 2:

Eg geri mær matpakkan kláran hvørt kvøld, akra sum ordiligt. Royni at hinta til øll eg tosi við, sum eina viðmerking, at eg gangi til “burn", og at eg fylgi kostætlan. Hví? Tí so hugsa øll, at eg eri cool og fara ordiliga at hava eyguni eftir mær, nú eg fari at tapa meg.

Dagur 3:

Puha, venjingin í morgun var hørð! Eg mundi spýð, sum eg setti á, og kom næstan ikki úr stað við hasi sletuni við ketum í. Tað er ikki cool. Og so kom grannin tuskandi við síðuna av, við síni sletu, yvirhálaði og alt, spurdi um tað var strævið. Hon hevur gingið fleiri skeið.

Dagur 4:

Haldi eg byrji at merkja “okkurt". Burdi eg roynt hinar buksurnar, ið hava ligið á ovastu hill, sum ikki hava passað seinasta árið? Okey, ikki enn Simona, tað er ikki logiskt enn.
Hví tramin virka allar buksurnar so strammar enn? Turkitrumlan hevur ligið lamin eina tíð, so tað nyttar ikki at skylda uppá hana.

Dagur 5:

Eg orki ikki at vera til, lat meg sleppa at sova. Kroppurin er sum betong, lagið er ringt, gronin er øgilig, og eg mungi eftir einum kingsize snickers. Hey! Har eru peanuts í, man eg kunna eta tað í staðin fyri eina teskeið av peanuttbutter?? Hvat feilar mær? Bara eg ikki eri uppá vegin…

Dagur 6:

Vit hava okkara egna bólk á facebook, vit “burnarar”. Eg spurdi um nakar kendi til hasa betongkensluna og ringa lagið. Jákup Súni svaraði beinanveg, at tað var ikki óvanligt og at tað fer at ganga yvir (maðurin segði, at eg bara kundi havt spurt hann, tí hann visti alt um hatta har, men tað er eitt sindur coolari at spyrja ein ordiligan venjara. Akra sum ”kvinde i nød-agtigt”).

Hini eru eisini ófør at koma við góðum ráðum og eg fór í song við “hetta skal nokk ganga" kensluni.

Dagur 7:

Eg traðkaði upp á vektina í morgun. Onkur hevði longu mist 3,1 kg. Eg var nøgd við 1,0 kg. Men eg hevði ikki ordiliga ætlað tað ið vísti seg á lítla skíggjanum. Eitt kilo meir enn við byrjan!  Simona, Simona, tú dugir bara ikki at fylgja streyminum...

To be continued…

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður