Kjak

Klumma – fór í ein lumma

2018-12-21 13:55 Author image
Poulina Slættanes

Heima í stovuni hjá okkum stóð ein keramikkkrukka, ið var høvdið á einum kinesara. Lokið á krukkuni var hatturin hjá honum. Hon var í serliga vøkrum litum og stór sum eitt miðalstórt páskaregg. Kinesarin hevði ongan kropp, men stóð á sínum egna hálsi. 

Í krukkuni var ikki nógv pláss, men mamma plagdi at tala at, tá hon sá, at niðri í vóru kroyst nógv góðgætispappír. Hetta hevur helst einamest verið um jóltíðir, tá konfekt og karamellur vóru frammi, og tað ikki mátti avdúkast. Tá var kinakrukkan ófør at fjala alt fyri eygunum á mammu. Mangan reyk hatturin á gólvið, og eru tvey skørð undir honum, sum ikki síggjast, tá hatturin er á høvdinum á kinesaranum.

Alt hevur sína tíð. Tá eg var tilkomin og væl tað, kom kinesarakrukkan til Havnar at vera. Og ikki er tað sørt, at har hava ligið pappír aftur í henni.

Seint í summar skuldi krukkan flyta saman við mær í nýggjan bústað. Vandaliga var krukkan pakkað saman við øðrum glaslutum, ið varliga skuldi farast um. Men tá hann aftur er frammi í nýggja bústaðnum, manglar hatturin. So hvørt sum alt var pakkað upp,  gjørdist tað bara greitt, at hatturin ikki var at finna. Forargað um tað, tí hattleysur riggar hann yvirhøvur ikki.

Nú um dagarnar beindi eg hann burtur. Nú skuldi jólapyntið takast fram.

Í gjár var eg inni á mínum gamla arbeiðsplássi. Tað skuldi vera jólaborðhald dagin eftir, og varð eg boðin við. Fyrireikararnir vóru í ferð við at seta borð og borðbúnað fram. Tá eg fari avstað, kemur starvsfelagi aftaná mær og spyr, um eg kann møta í føroyskum klæðum til borðhaldið, tí tað er eitt “surprise” á skránni og gott, um eg saman við øðrum eisini fór í míni. Jú, helt eg, tað kundi eg. Spurdi ikki meir. Hugsaði mest um, hvar eg hevði alt til búnan. Ikki serliga høg í hattinum fór eg at finna fram klæðini. Jú, har var alt til at taka. Skjúrtið mátti eg fyrst passa. Fari í tað, jú, síðani ólavsøku eri eg á leið líka sum tá. Farandi niður í tann djúpa lumman í skjúrtinum, merki eg, at har er okkurt, eg ikki havi ferilin á. Men, men, áðrenn eg taki tað úr lummanum, varnist eg við fingrunum, hvat hetta er: kinesarahatturin.

Kann ikki siga frá, hvussu eg ornaði. Hesin virðismikli hattur, hetta óerstattiliga jólaminni frá barnaárunum, ið fjaldi allar mínar “góðgætissyndir”, var afturíafturkomið.

Eg haldi, at tá niðurpakkingin er farin fram, hevur hatturin ligið eftir onkursvegna. Og so er hann farin í lumman í føroyska skjúrtunum. Havi hildið hann ligið væl vardan og heilskapaðan har.

Ommubørnini hava spurt fleiri ferðir, hvar hatturin er. Tey hava hildið krukkuna sæð sera skalluta út, og eg sigi sum tey – hon riggaði ikki.

Gleði meg at vita, um tey fara at leggja til merkis jóladagarnar, at nú er kinesarin hjá ommu aftur undir hatti. Kátar jólanissur hava sligið ring um kinesarakrukkuna henda myrka vetrardag.

At tað er ein kendur danskur leirsmiður, ið hevur evnað kinesarakrukkuna frá 50-unum, síggi eg í dag. Um so “Made in Hong Kong” stóð undir krukkuni, var hon ein dýrgripur.

Vit minnast húskallin, ið fór upp á tekjuna at leita eftir neytunum hjá presti. Leita har, tú ikki heldur tað vera.

Eitt er vist, hatturin hevði neyvan komið undan kavi fyrr enn komandi ólavsøku. Men tá hevði eg helst havt sloppið mær av við kinamannin. Tí uttan hatt var hann ikki tað, hann einaferð var.

Eitt stendur eftir –  lutir frá barnaárunum eru serligir. Helst, tá man hevur okkurt at seta tað í samband við. Man tekur tað til sín.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður