Klumman: Sleggjur og g-streingir

2017-01-29 09:47 Author image
Sigmund Vang

So fór fjórða og seinasta vika í “Burn" av bakkastokki, og ætli eg mær heilt víst at halda fram, hóast hetta nokk verður seinasta klumma um júst hetta evnið.
Samanumtikið havi eg fingið øll møgulig góð og rósandi orð, sum eitt nú: “tú virkar so væl uppløgd og full í orku” og “also ætlar tú at blíva við?? Eg væntaði seriøst at tú fór at gevast eftir tvær ferðir, læt í grannanum, so nú var hon heilt jaloux, tí eg havi gingið 4 vikur og bað hana koma við tá, men ikki vildi hon. Men kanska fái eg lokkað hana?
Kroppstatus er, at boppurnar eru minkaðar, og rumpan er sum áðrenn, so buksurnar á ovastu hill passa ikki enn. Men orkan og vælveran viga væl á vektskálini :)
Tað gav at bíta ein morgun so snimma, tá eg hevði tvungið kroppin út av songini og gjørdi nøkur squats í lagurbygninginum á Hjalla, so væl sum eg dugdi, tí Jákup gekk runt og peilaði av. Onkuntíð eri eg í g-streingi, men tað er heldur sjáldan nú, serliga tá allar hinar góðu stóru trussurnar eru tveittar til vask, so tað er einamest av neyð. Og tað kann eg siga tykkum, ikki er tað akra vegna komfortina, at man brúkar g-strong til styrkivenjing, “thats for sure”.
Hann fer so illa inn ímillum allar foldir og lagdir, tá man gleivar. Men hetta fekk meg so at hugsa um, hvar orðið g-strongur kemur frá. Also her hugsi eg ikki um gittarstrong, tað leggi eg minni í.
So at googla.
Man finnur nógv stuttligt á netinum. Eg datt um eina frágreiðing, ella kanska eina hugleiðing, sum legði upp til at “g” stóð fyri enska “gee” akrasum píkasjey, sum skuldi lýsa reaktiónina hjá monnum, tá teir síggja eina damu í hesum klædnastykki.
Ein annar tanki var, at “g” stendur fyri “geni”. Tí at viðkomandi, ið hevur uppfunnið trussuna, er eitt satt geni. Eitt triðja uppskot er, at orðið stendur fyri “goodies” sum er eitt kelinavn fyri dansigenturnar, ið uptraðkaðu á náttklubbum í USA í byrjanini av 20. øld.
Men ikki veit eg, eg seti trussuna einamest í samband við eitt “g-isp” ella “g-ulp”, sum er tað ljóðið, eg bresti út við, tá eg standi gleivandi við sleggju í hond og bildekki millum beinini og ikki fái gjørt “squats” ella “goodmornings”, ella “lounges”. Eg fann mínsann eisini eina fráráðing um, at tað eru nakrar støður, har man ikki skal brúka g-strong, og tað er eitt nú undir venjing. Endiliga ikki! Tí at bakteriurnar fáa við hesum betri sømdir til at ferðast upp í undirlívið og kunnu sostatt geva bløðrubruna. ÚWWW!
Og so prikkurin yvir i-ið, vissi tú hevur hæmoridir (ella gilliniæðr, sum tað eitur á góðum føroyskum), vil g-strongurin gera tað heila nógv verri. Og út frá greinini eg datt um, so fall sølan av g-strongum við heili 7% í 2015 og sølan av ommuundirbuksum, sum eg og Bridget Jones eru so glaðar fyri, vaks við heili 17% .
So, bye bye sexy og hello grandma!

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður