Klumman: Frá kalli til fall

2017-03-18 13:49 Author image
Sigmund Vang

Florence Nightingale var ein dama, sum kendi tað sum eitt kall frá Gudi at verða sjúkrarøktarfrøðingur og taka sær av teimum sjúku og veiku. Eg havi altíð hildið, at hetta ljóðar so fitt.
Hóast vit sjúkrarøktarfrøðingar í longri tíð hava barst fyri hægri løn, tí at tað ikki er so nútímans hóskandi at kalla tað eitt kall, men eitt starv á jøvnum føti við onnur størv, so eru enn assosiatiónir til sjúkrarøktarfrøðingin sum eina blonda, lekkra eina, við stórum boppum og stuttum kjóla. (Farið bara inn í “Orion”, ella “Skort”, so síggja tit). Eina sum pleygar teg av reinum huga.
Hetta sat eg og hugleiddi um ein dagin í einum fjepparabussi, á veg til Havnar til steypadyst við eini øl í hondini (og aðrari í taskuni) og í reyðari KÍF t-shirt. Bussurin koyrdi framvið húsum mínum, har maðurin lá undir dýnuni við holi í búkinum. Ja, taveidenn, holi í búkinum! Hann var skorin fyri brokk dagar frammanundan, men bruni var komin í, og tað sum skuldi vera so einkult og lætt, var nú tann reina skræpa. Hjúnakamarið var innrættað sum sjúkrastova, við plástrum í ymiskum støddum og funktiónum, lítlum dunkum við saltvatni, sprittserviettum og saksum. Læknin, sum hann hevði verið hjá, hevði frætt, at konan var sjúkrarøktarfrøðingur. (Allarhelst glaður um, at so spardi man hasar ressoursirnar) og hevði viðmerkt í journal, at “såret skal renses af sygeplejerske/hustru”. “Hustru??” Nei takk, har var ongin hjálp at heinta! Tað sortnaði fyri eygunum, tá eg hugdi inn í handan opna tunnilin, enn og verri nú ongin nalvi var. Tað er ikki rætt ikki at hava nalva. Tað er ónatúrligt. Hóast hetta leiðir meg til eina sending eg einaferð sá, um hvussu myndin av kvinnuni hevur broytt seg frá fyrr til í dag. Fyrr var ikki loyvi til at tekna kvinnuna við nalva. Halló! Tað var for sexutt. Myndin av kvinnuni skuldi sostatt vera ein av hesum “dukkulisunum” uttan nalva. Men nalvi ella ikki, so vildi eg fegin motivera mín mann til at skifta á sárinum og renna honum til handa. Eg starvist í psykiatri, tað eru ikki sjónlig sár, vit hava við at gera, hóast brunin ofta tekur langa tíð um at lekja. Og okkara arbeiði snýr seg um at hjálpa øðrum við at hjálpa sær sjálvum. (Tit hava nokk funnið útav, at sjúkrarøktarfrøðingurin handan knappaborðið roynir at forsvara seg sjálvan).
Hetta fekk meg at hugsa um, hvat man hevði hugsað um meg á Florencesa døgum. Ein kvinna, sum hevur nomið sær útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, men sum prioriterar at drekka øl í einum bussi fullum av fjepparum, meðan sjúklingurin liggur heima, “overladt til sig selv”. Og sum bert átekur sær ávísar uppgávur, sum hon troystar sær sjálv. Ikki heilt í tráð við myndina av gomlu “sjúkpleygerskuni” sum omma plagdi at kalla hana. Men omma mín nevndi egentliga ongantíð arbeiðið hjá “sjúkpleygerskuni” sum nakað serligt. Hinvegin minnist eg hana ofta hava nevnt: "Hevði tú sæð, hvussu flottar tær vóru. So vakrar og snøggar í hasum kappanum, sum skuldi stívast hvønn morgun!” Og tað var líkasum tað…

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður