Klumman : Gymnastlør og glíðikrem

2017-04-01 15:36 Author image
Sigmund Vang

“Sig mær eitt, ert tú gymnast?”, spurdi hann, meðan hann kroysti eitt vet av glíðikremi úr tubuni og smurdi tað eftir mínum naknu lørum. “Eg meini, tú hevur so... muskuløs, also ja, stórar lærmusklar. Venur tú gymnastik?”
Definera gymnast, hugsaði eg fyri meg sjálva, heldur errin av lærspurninginum.
“Also nei, ikki sum so, ella jú, nú í eina tíð havi eg vant nokkso nógv, men typumessigt eri eg peruformað, ella so. Tú veitst, stór lør og smala miðju”, svaraði eg, og vónaði, at hasin stívi pinnurin hann helt í hondini fór at geva eitt úrslit, ið bæði kundu gleðast um. Okey, fyri hann var tað kanska líkamikið.
“Also, er tað meiningin, at tú skal opererast? Ja, annars er væl ongin meining við at gera hesa kanningina. Men at síggja til uttaná sær ikki út til, at eg finni nakað sum helst. Men lat meg nú bara kanna teg ordiligt, nú tú er her.”
“Also eg havi trupulleikar við undirekstremitetunum”, segði eg og royndi at ljóða, sum um eg ordiliga hevði stýr á fakligu heitunum. Eg havi so hovin bein um kvøldið, og tey skriða og eg má brúka stuðulssokkar.”
“Undirekstremitetunum? Ert tú sjúkrasystir?”
Yes! Kanska vissi eg nú lat serliga illa at, segði, at eg næstan ikki fekk gingið og so víðari, fór hann at fixa handan áraknútin. Nú vit bæði hoyrdu undir sama fakbólk, meir ella minni og brúktu somu fakligu vendingar.
“Also hvar er tað serliga ringt, sigur tú? Eg síggi onki."
“Beint her, aftanfyri á lærinum! Hendan bláa æðrin, eg vil ikki hava hana har. Hatta er so ljótt!"
“Men hvussu gomul er tú? Tú er vælsaktans ikki 20 ár longur. Sikkurt hevur tú átt børn eisini. Tá koma slíkar ónollir. Hatta hevur onki uppá seg."
Onki uppá seg??
“Eg sum eri so yndig annars, hatta passar slett ikki til mín. Hasi ommubeinini..." (var tað nú eg skuldi lata serliga illa at og siga, at tað píndi so illa, at eg ikki fekk verið til?)
“Tvætl í teg. Tú hevur eitt framúr gott blóðrensl, her sær betri út enn best, ongin trombosa, ongir trupulleikar."
“Júmen hetta her! Hygg!!"
“Hatta er so lítið, húðin er pen, beinini eru pen, blóðrenslið er gott, vit siga takk fyri í dag, her er onki at fara eftir."
“Jamen eg las á netinum..."
“Ja, á netinum kanst tú finna alt tað, tú vil finna. Og fært tú lagt pengar á borðið, so fært tú júst tað tú vil. Tað eru nóg mikið av privatpraktiserandi læknum, sum liva í sús og dús vegna fólk, sum ynskja broytingar við likaminum. Far avstað, blív við og brúka stuðulssokkar og ver nøgd við tíni bein. Tú ert ein frísk ung kvinna."
Tú ert frísk, segði hann, tað ljóðaði heilt bíbilskt.
Men hví kendist tað so so ófullgjørt? Eg burdi farið dansandi út har frá, løtt á fótum, við mínum lekru gymnastlørum. Men eg veit ikki, eg haldi bara, at eitt gymnastlær uttan áraknút ella knútar er lekrari enn eitt við...

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen
”Den er helt gal med Anna”

”Den er helt gal med Anna”

Tá Anna arbeiddi sum fangavørður, varð hon mett sterk og óttaleys. Men í loyndum stríddist hon við álvarsama strongd

Author image Marita á Rógvi

Meira langlesnaður