Heimatíðindi

Klárt at søkja um Listaleypin

Tam Vibberstoft - færøfejring-hval

Tam Vibberstoft - færøfejring-hval

2020-04-06 09:38 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Endamálið við Listaleypinum at bera forskúlum og skúlum kring alt landið alskyns sløg av yrkislist. Treytin er, at listin kann upplivast úti á skúlunum, har næmingar og lærarar hava sín gerandisdag, og at listin er hóskandi í mun til aldursbólkarnar í skúlunum, skrivar Listarleypurin.

Listafólk úr bæði Føroyum og útheiminum hava møguleika at søkja um luttøku. Ein úrvalsnevnd við yrkiskønum listafólkum, lærarum og námsfrøðingum velur út, hvørji tilboð verða boðin skúlunum. Tá skúlaárið byrjar fáa allir skúlar í Føroyum ein faldara við tilboðum, sum tey kunnu velja burturúr. Hvør einstakur skúli ger sjálvur av hvørji tilboð skúlin ynskir at bjóða sinum næmingum. 

Úrvalsnevndin velur umleið 15 verkætlanir, og hvør einstaka av hesum vitjar millum 5 til 10 skúlar kring landið. Ofta verður ein verkstova knýtt at framførsluni, soleiðis at næmingarnir sjálvir sleppa at royna seg í hesi listagrein. Dentur verður lagdur á at røkka ymsum aldursbólkum og at skipa fyri listavitjanum um alt landið, umframt at tilboðini eru fjølbroytt.

Umframt einstakar listavitjanir og verkstovur, er eisini møguleiki hjá skúlum at fáa vitjan av einum listafólki í fleiri umførum. Harvið koma næmingarnir eitt sindur tættari at listini og tí skapandi tilgongdini. Tvey listafólk verða vald sum økislistafólk og koma á vitjan á útvaldum skúlum einaferð um vikuna í ein heilan mánað ella í longri tíðarskeið, alt í samráð við skúlan. Vitjanir og framsýningarnar eru óleypis hjá skúlum í luttakandi kommunum.

Listaleypurin er ein mentanarlig verkætlan, sum Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið, Kommunufelagið og Listasamband Føroya skipa fyri. Endamálið er at geva forskúla- og fólkaskúlanæmingum høvi at uppliva góða yrkislist í skúlanum.

Umsóknarfreistin fyri listafólk at søkja um luttøku skúlaárið 2020-21 er 15. apríl 2020.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður