Klaksvíkingar fara til lækna á netinum

2016-06-28 08:16 Author image
Dimma

Klaksvíkar kommuna hevur gjørt eina nýskapandi skipan. Við einum nýggjum viðtaluportali kann borgarin í Klaksvík avgreiða nøkur av sínum viðurskiftum við kommunulæknan - so sum at bíleggja ella broyta tíð og endurnýggja reseptir.

Mannagongdin er tann, at viðskiftafólk fara inn á www.laknarklaksvik.fo, og har tøppa tey neyðugu upplýsingarnar inn í eitt oyðublað, sum skipanin síðani sendir Læknamiðstøðini. Síðan taka læknaskrivarar sær av víðari viðgerð av umbønunum og senda svar aftur til viðskiftafólkið.

- Hetta átakið er ein liður í stremban okkara at menna og betra tær tænastur, sum verða veittar borgarum okkara, siga Óluva Klettskarð og Jógvan Skorheim.

 

Tey vísa á, at skipanin, sum nú verður roynd í Norðoyggjum, kann víðkast til at fevna um alt landið, so at frambrotið kann koma øllum borgarum tilgóðar.

 

- Hetta er ein einføld skipan, sum eisini riggar á smærri eindum so sum teldlum og snildfonum, og tí vóna vit, at fólk fara at taka henda møguleika til sín.

 

Tað er fyritøkan Formula, ið hevur ment skipanina. Skipanin lýkur øll krøv um tryggleika, har allir upplýsingar verða væl vardir, og har útgerðin liggur í tryggum kørmum hjá Føroya Tele, sigur Klaksvíkar kommuna. Ongar upplýsingar fara út um landoddarnar, sum er eitt lógarkrav frá almennari síðu.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður