Heimatíðindi

Klaksvíkar kommuna frítekur foreldur fyri foreldragjaldið

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2020-03-25 10:57 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Í tíðindaskrivi sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, at tað ikki er rætt at krevja foreldur eftir dagstovnagjaldi fyri dagar, har teirra barn ikki er á stovni, tá ið orsøkin er, at kommunan, eftir tilráðing frá landsmyndugleikunum, hevur valt í mest møguligan mun at stongja dagstovnatilboðini í kommununi.

Hetta merkir sostatt, at kommunan í næstum fer at endurrinda foreldragjaldið fyri hetta tíðarskeiðið til øll foreldur, sum ikki hava brúkt tilboðið, skrivar kommunan. Í teimum førum, har foreldur hava brúkt ansingina lutvíst, verður endurrindanin lagað eftir hesum.

Enn er ikki greitt, hvussu leingi henda serliga støða fer at halda fram, men tá tað er greitt, verður gjørt upp, hvussu nógv kommunan skal endurrinda fyri hvørt einstakt barn vegna mista tænastu.

Í tráð við boðini frá landsmyndugleikunum fara dagstovnarnir í Klaksvíkar kommunu framhaldandi at veita avmarkaðar tænastur fram til ásettu dagfesting frá landsmyndugleikunum, fram til og við 13. apríl. Tað verður framhaldandi møguligt hjá foreldrum, ið ikki hava aðrar møguleikar, at fáa børnini ansað.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður