Heimatíðindi

Klaksvík: Bátabrúgvarnar fyllast

2018-08-06 16:15 Author image
Ingi Samuelsen

Tað er gravgangur eftir at fáa bátapláss við nýggju brúgvarnar á Klaksvíkini.

Hóast tað eru meira enn trý samdøgur til tónleikurin fer at runga á Vágsbøi til ársins Summarfestival, so er longu við at vera fult við snotiligu træbrúgvarnar, sum eru komnar á vágna í Klaksvík síðani seinasta festival.

Kunningarstovan hevur boðað áhugaðum bátaeigarum frá, at tað eru teir fyrstu, sum fáa pláss, og so verður roynt at gera pláss fyri restini av bátunum aðra staðni kring vágna, tá fult er við flótibrúgvarnar.

Tað er vorðið alt meira vælumtókt at koma til Klaksvíkar við báti, tá festivalur er, eins og tað eisini í ár, eins og árini frammanundan, longu eru komnir heilt nógvir húsvagnar til bíggja.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður