Kjak

Kjak: Neyðugt er við fiskimannaskúla

Jógvan Ingvard Olsen (Mynd Lasse Klein)

Jógvan Ingvard Olsen (Mynd Lasse Klein)

2018-12-22 09:49 Author image
Jógvan Ingvard Olsen, Toftir

Seta vit spurningin, hví lítil og eingin tilgongd er ímillum ungdómin longur til at gerast fiskimaður, so eru orsøkirnar óivað fleiri, men skal eg nevna eina, sum eg meti hevur stóran týðning í so máta, so haltar okkara skúlaskipan, nú tíðin er farin frá gamla viðsetingarmynstrinum og einki er komið í staðin. Og tí er tað alneyðugt, skjótast gjørligt, at seta á stovn ein fiskimannaskúla

Fyri nakað síðani, hevði ein fjølmiðil eini áhugaverd tíðindi, um hvat føroyingar lærdu seg til at hava til sítt framtíðar lívsstarv. Har var uppsett í tølum, hvørjar útbúgvingar høvdu størstan áhuga.

Tað sum eg hefti meg við var, at eingin bólkur var í tí uppstillingini, sum lærdi seg til fiskimann.

Eftir at hava hugt ígjøgnum árbókina ”Les og Lær í Føroyum” kundi eg ásanna, at í Føroyum finst eingin skúli, har ein kann læra seg til fiskimann, hóast fiskur er nógv tann størsta innløgukelda vit eiga.

Tað hevur verið sagt, at ”føroyingar eru føddir við ár í hond”, men hetta orðatak heldur ikki longur, nú fer ungdómur næstan ikki í bát longur.

Í mínum uppvøkstri fóru teir allarflestu dreingirnir til skips aftan á 14 ára aldur, um teir kundu sleppa við onkrum skipi, og tað var helst við sluppum og í sjálvdrátti, har teir blivu upplærdir at veiða og hagreiða fiskin til eina framúr góða søluvøru til útheimin, og har afturat til góðan sjómansskap.

Í dag sleppa ungmennini tað ikki longur, tí nú verður við lóg forðað teimum í at sleppa at mynstra til skips, fyrr enn teir eru 17 ára gamlir, og tá eru teir allarhelst farnir á ein ella annan av teimum hundraðtals læru- og lestrarmøguleikum, sum eru til taks í ”Les og Lær í Føroyum” bókini.

Úrslitið er, at nú hevur verið í langa tíð næstan eingin tilgongd av ungum til okkara fiskifør.

Fiskimannatalið er seinastu mongu árini minkað frá umleið 2.500-3.000 til niðanfyri 1.000.

Ein fylgja er so tann, at fiskifør hava ligið bundin við kai, orsakað av at tey fáa ikki manning.

Fyri at bøta upp á manningartrotið hevur verið roynt at fáa útlendingar higar, og tað hevur verið ein ávís hjálp í tí, hesir koma úr ymiskum heraðshornum, millum annað filipinar og portugisar, ein avbjóðing við hesum fremmandu kann verða málið, og ferðingin aftur og fram higani og til teirra heimland.


Mugu stovna fiskimannaskúla

Hyggja vit aftureftir og frameftir í tíðina (og tað eiga vit at gera) so mega vit ásanna, at opni útróðrarbáturin við árum og segli, er endaliga horvin úr brúki, tað sama er hent við sluppini og skonnartini, hesi fiskifør vóru í síni tíð skúlin, sum vandi upp unglingar til fiskimenn.

Seta vit spurningin, hví lítil og eingin tilgongd er ímillum ungdómin longur til at gerast fiskimaður, so eru orsøkirnar óivað fleiri, men skal eg nevna eina, sum eg meti hevur stóran týðning í so máta, so haltar okkara skúlaskipan, nú tíðin er farin frá gamla viðsetingarmynstrinum og einki er komið í staðin.

Og tí er tað alneyðugt, skjótast gjørligt, at seta á stovn ein fiskimannaskúla.

Vit kundu møguliga byrjað við at leiga hoddligar nútímans útróðrarbátar við bátsformanni, ella ein stállínubát, og loysnin kann eisini verða onkur onnur, sum partarnir semjast um, og hava í huga bæði tann yrkisliga og tann bókliga førningin við í upplæringini, og at tað verður í summarhálvárinum, at ungmennini byrja at fara á flot.

Eru teir fyrst blivnir útróðrarmenn, so hava teir eitt brúkligt kjølfesti til onnur fiskifør eisini.

Út frá omanfyri standandi, loyvi eg mær vinarliga at heita á okkara landstýriskonu í skúlamálum og á okkara landsstýrismann í fiskivinumálum, um at fáa strekt kjølin skjótast til ber til ein fiskimannaskúla, sjálvandi saman við tykkara mannskapi í landsstýrinum, og í samráð við tey havsøkjandi feløgini: Útróðrarfelagið, Fiskimannafelagið, Reiðarafelagið, Skipara- og Navigatørfelagið og Motorpassarafelagið.

Og síðani fáa uppskotið í okkara løgting, til endaliga viðgerð og samtykt.

Um so skuldi verið, meti eg, at Nes kommuna kundi hýst einum slíkum skúla, millum annað tí at her eru fyritøkur, sum eru skorur uppat fiskivinnunu. Her er Landingarmiðstøð, Uppboðssøla, Kassamiðstøð, kommunalir egningaskúrar, bátahavn, skipahavn, saltfiskavirki, tvær fyritøkur sum virka við til innistøðu fiskiskap, ísvirki og saltsøla, og eg meti, at skúlastovur kunnu leigast á havnarlagnum, eisini er svimjihylur í skúlanum, um tað hevur áhuga í pensuminum, og tá sjaskveður er, og mysingarnar harðar, kann tað vera roynt innansundis á Skálafjørðinum og Tangafjørðinum.

Í orðatøkum Salomons stendur í kap. 22 vers 6 ”Lær tú óvitan um vegin hann skal halda, so man hann enn á gamalsaldri ikki víkja av honum”.

Hesi vísu orð Salomons geva eisini meining á verðsligum lærubreytum.

Og vit eiga eisini eitt orðatak á okkara móðurmáli, sum er hesum líkt, ið ljóðar: ”Tað ungur nemur, hann gamal fremur”.

Tíðin er komin at fáa óvitan í skúlan, har hann kann læra at nema okkara fongríka hav.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður