Heimatíðindi

Kirkjugarðurin eigur ongan góðan

2020-06-23 11:01 Author image
Bryndis Hjartardóttir

- Vanliga verður arbeiðið boðið út til gartnararnar í býnum at sláa og tað er tað tíverri ikki gjørt í ár. Nú er Hjálpirótin sett at sláa garðin við Velbastaðvegin og tey eru byrjaði, sigur Hans Petur Joensen, leiðandi gravari í Kirkjugarðinum í Havn.

Fleiri Havnafólk hava undrast á, at kirkjugarðarnir í býnum hava staðið illa røktaðir seinastu tíðina. Grasið er ósligið og gravir eru nærum goymdar undir villum blómum og síðum grasi.

Hetta hevur fingið fleiri at vísa sína ónøgd á sosialu miðlunum. “Synd at siga, at kirkjugarðurin við Velbastaðvegin verður væl røktur!” skrivar ein brúkari á Facebook, meðan annar heldur tað verða “Synd og skomm, so illa kirkjugarðurin í Havn verður hildin! Sítt gras og hagasóljur yvir tað heila, so gravirnar er púrasta undir i ókrúti!”.

Orsøkin til, at kirkjugarðarnir síggja út sum teir gera, er heilt einfalt tí, at eingin er at røkta teir. Arbeiðið við røkt av gørðunum verður árliga boðið út, men tað er tað ikki í ár og tí er einki gjørt fyrrenn nú.

- Grasið er ikki sligið í ár. Arbeiðið verður bjóða út í býnum so fyritøkurnar í býnum taka sær av sláingini. Tað hevur verið útboðið í býnum, men kirkjugarðurin bleiv ikki útboðin, tað verður tí nú gjørt uppá roknin, sigur Hans Petur Joensen at enda. 

 

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður