Kingo-bólkurin kundi sunnudagin 26. november hátíðarhalda 20 ára stovningardag. Dagurin varð millum annað hátíðarhildin við andakt í Tjørnuvíkar kirkju, har bólkurin sang, og borðhaldi í bygdarhúsinum, skrivar Sunda kommuna á heimasíðu síni.
Kingo-bólkurin varð stovnaður í 1997 og hevur í trúfesti móti siðaarvinum hevur varðveitt aldargamlan mentanarligan dýrgrip. Kingo-bólkurin er rættiliga virkin og hevur fleiri ferðir havt framførslur í heimlandinum hjá mæta sálmaskaldinum Thomas Kingo (1634-1703), og stórliga fagnaður har, verður upplýst á sunda.fo.
Fleiri myndir frá degnum kunnu síggja á heimasíðuni HER