Heimatíðindi

Kina hóttir Føroyar

Kina hóttir við ongari fríhandilsavtalu við Føroyar, um Føroya Tele ikki heldur fast við samstarvið við Huawei um 5G

Kina hóttir við ongari fríhandilsavtalu við Føroyar, um Føroya Tele ikki heldur fast við samstarvið við Huawei um 5G

2019-12-10 17:02 Author image
Ingolf S. Olsen

Tá Feng Tie, kinesiski sendiharrin í Danmark, 11. november var í Føroyum og fundaðist við føroysku stjórnarleiðararnar, hótti hann við, at ein føroysk fríhandilsavtala við Kina bleiv av ongum, um Føroya Tele ikki helt fast í samstarvið við Huawei sum veitara av 5G-netinum.

Hetta veit Dimmalætting frá fleiri keldum, sum eru innanhýsis leysar hvør av aðrari.

Hetta er eisini høvuðsinnihaldið í upptøkuni, sum Kringvarp Føroya hevur av samskifti ímillum Helga Abrahamsen, vinnumálaráðharra, og Herálv Joensen, aðalstjóra í Vinnumálaráðnum. Hetta samskiftið fór fram 15. november, men landsstýrið – ítøkiliga Vinnumálaráðið – fekk 2. desember fútarættin at seta fútabann fyri, at upptøkan bleiv brúkt í Degi og Viku, sum ætlað.

Dimmalætting, sum kemur út fríggjadagin, hevur meira um málið, men danska Berlingske Tidende veit í dag at siga, at Bárður Nielsen, løgmaður, skal hava svarað Feng Tie, at landsstýrið ikki ætlar at leggja seg út í hvønn 5G-veitara, Føroya Tele velur.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður