Ítróttur

Kennist gott endiliga at koma á sigurspallin

Kennist gott endiliga at koma á sigurspallin

Torkil Veyhe til høgru

2018-05-13 20:16 Author image
Ingi Samuelsen

Føroyski súkklarin Torkil Veyhe, sum roynir seg sum professionellur súkklari á danska liðnum Team Virtu Cycling, kom í dag á sigurspallin, tá hann gjørdist nummar trý í eini gøtukapping í svenska býnum Uppsala.

Torkil hevur luttikið í hópin av kappingum seinastu mánaðirnar, men hann hevur ikki rættiliga verið frammi har sum vinnarin verður kosin.

- Nei, mín uppgáva hevur meira verið at hjálpa mínum liðfeløgum við at geva teimum lívd fyri vindinum, og koyra ’lead out’ undan spurtinum. Tá tað verður lagt upp til, at kappingin verður avgjørd í spurti, liggur tað ikki til mín at vera við í kappingini um at vera fyrst, og tí verði eg brúktur til at fyrireika spurtin fyri liðfelagarnar, greiðir Torkil frá.

Soleiðis var eisini í gjár, tá Torkil var ein av Team Virtu súkklarunum í kappingini Scandinavian Race í Uppsala. Her gjørdist Torkil nummar 15, men liðið var væl nøgt við at fáa ein mann, Niklas Larsen, í mál sum nummar trý.

Og í dag var tað so Torkil, sum gjørdist nummar trý í eini nýggjari kapping í Uppsala, Skandis GP, ein nakað minni kapping, har koyrdir vórðu 25 umgangir á einum 2,6 kilometra rundteini.

- Vit vóru fimm mans, sum sluppu avstað, tá umleið 10 umgangir vóru farnir, og vit hildu okkum framman fyri hinar restina av kappingini. Tá trý umfør vóru eftir, royndi eg at sleppa avstað saman við einum øðrum, men vit vórðu heintaðir aftur.

Tá komið varð fram á mál, kundu hinir einki gera við svian Frederik Ludvigsson frá Team Coop, sum kom einsamallur á mál, og í spurtinum um annað plássið tapti Torkil móti dananum Nicklas Amdi Pedersen frá BHS Almeborg Bornholm.

Torkil er nøgdur við at gerast nummar trý, og harvið fáa niðjasta plássið á sigurspallinum.

- Tað er gott fyri moralin endiliga at sleppa at royna eitt sindur sjálvur aftur, sigur Torkil Veyhe í kvøld.

Nógvar spennandi súkkluavbjóðingar standa fyri framman hjá Føroya fremsta súkklara. Nærmast er kappingin Tour of Norway, ein kapping yvir fimm dagar, sum byrjar Svelvik mikudagin og endar í Lillehammer sunnudagin. Hetta er ein nógv størri kapping, har fleiri av liðunum, sum luttaka í World Cup eru við, teirra millum Team Dimension Data úr Suðurafrika, Team Lotto NL-Jumbo úr Niðurlondum og Team Sky úr Bretlandi.

Dávur Magnussen, sum súkklar við danska felagnum Team WasteApp, var eisini við í kappingini í Uppsala í dag. Men allir súkklarnir á hesum liðnum vórðu innheintaðir við einum umfari, og vórðu tí tiknir út úr kappingini.

Einans 15 av knapt 100 súkklarum komu - tá samanum kom - allan vegin í mál.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður