Kend YouTube-stjørna filmaði deyðan mann

Mynd av YT-stjørnuni, Logan Paul

Kend YouTube-stjørna filmaði deyðan mann

2018-01-02 15:46 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

22 ára gamla YouTube-stjørnan, Paul Logan, hevur umleið 15 milliónir haldarar av síni YouTube-rás. Tað kann sigast, at hann er heimskendur. Í seinastuni hava Paul og vinir hansara gjørt upptøkur til YT-rásina ymsastaðni úr Japan. Í morgun legði Paul eitt sjónband út, har hann og vinir hansara eru staddir í Aokigahara-skógnum í Japan, ið liggur tætt við kenda fjallið, Mount Fuji.

Aokigahara-skógurin er kendur fyri, at vera eitt vanligt stað hjá fólki at gera sjálvmorð. Sjálvsmorðstølini í Japan eru millum tey hægstu í heiminum. 

Í sjónbandinum sum Paul legði út í morgun, koma hann og vinir hansara fram á ein deyðan mann, ið, eftir øllum at døma, hevði gjørt sjálvmorð í skóginum. Sjónbandið vísti týðuliga mannin, sum hann lá á jørðini. Einaferð hoyrist ein vinmaður hjá Paul siga, at honum dámar hetta ikki og hann kennir seg illa. Til hetta svarar Paul skemtandi, "hvat, hevur tú aldrin staðið hjá einum deyðum manni?". Síðani bleiv sjónbandi lagt á YouTube.

Men har lá tað ikki leingi. Bert fáar tímar seinni bleiv sjónbandi tikið niður aftur av YouTube, eftir at Logan Paul fekk eina flóðaldu av kritikki útyvir seg. Hóast sjónbandi ikki lá leingi á netinum, var tað hóast alt nóg leingi, til at fleiri milliónir høvdu sæð tað. Fleiri ákærdu YT-stjørnuna fyri at gera gjøldur við sjálvmorði, og onnur ákærdu hann fyri at vísa vanvirðing móti deyða manninum.

Logan Paul hevur tikið sjónbandið av YT-rásini hjá sær og komin við einari umbering. Hann sigur, at ætlanin við sjónbandinum var at varpa ljós á stóra sjálvmorðstrupulleikan í Japan, ikki at gera gjøldur við tí. Hann viðurkennir tó, at hann gjørdi eitt mistak, við hvussu hann valdi at vísa tað.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður