Kemm: Vit eiga at fáa ta hjálp sum bøtir

2017-02-24 12:13 Author image
Sigmund Vang

– Fólk skulu ikki halda, at tað snýr seg um at sleppa at ganga skeivur. Hetta er eitt álvarsligt mál, sum vit eru nógv, ið síggja fram til. Tær filmsupptøkur, sum hava verið frammi í seinastuni, vísa hvussu væl cannabis-droparnir virka ímóti eitt nú spasmum hjá parkinsonsjúklingum, og so vítt, sum eg havi lisið mær til, so eru eingi hjáárin við viðgerðini, sigur Kemm Poulsen, sum fyri tveimum árum síðani fekk staðfest parkinson-sjúku, og sum nú av álvara er byrjaður at fáa rystingar.

Inntil Kemm bleiv sjúkur hevði hann livað eitt virkið og spennandi lív, men nú eru útlitini vánalig, um hann ikki sleppur at taka canabis-dropar. Tí fer hann at brúka ta orku, hann hevur eftir, til at berjast fyri hesari viðgerð, sum kann bøta um livilíkindini hjá sær og øðrum, ið eru í somu støðu.

Dimmalætting hevur vitjað "Lona-dreingin", sum altíð hevur verið eitt lívsstykki og hjálpsamur sum fáur.

Í blaðnum hesaferð vitja vit eisini á brennistøðini á Hjalla, har sonevndu grønu ruskspannirnar ofta sjálvar enda sum rusk, og vit hyggja eisini at søguni hjá lívfiskastøðini í Skopun, sum nú letur aftur.

Brot úr greinini um Kemm:

Og júst tað skemtiliga ella lívsglaða hevur fylt nógv í lívinum hjá Kemm. Tað sást, tá hann og vinmaðurin Sofus Hansen eitt summarkvøld fingu hug at fara at fiska á Leynavatni. Komnir upp á pláss sær Kemm, at Sofus hevur eina gamla sofu í vørubilinum. Hann skuldi havt verið á brennistøðini við henni, men hevði ikki havt stundir. Og so var lagamanni. Sofan varð sett á sandin, og so kundu teir báðir vinmennirnir hugna sær.

- Eg minnist, at Sofus segði, tá vit høvdu sett okkum við hvør sínari tráðu, at nú hopaði hann ikki, at hann fekk nakað á, tí tað vildi spilt hesa fínu løtuna, fortelur Kemm og flennir so inniliga.

Lesið meira í Dimmalætting, sum er í sølubúðunum  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður