Heimatíðindi

Kemilux høvuðsstuðul hjá kappróðrinum

2020-06-03 16:04 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Nú er greitt, at Kemilux verður nýggjur høvuðsstuðul hjá kappróðrinum. Hetta boðar RSF frá á heimasíðu síni. 

Elsa Magnussen, næstforkvinna í RSF, og Debes Petersen, stjóri í Kemilux hittust í dag í hølunum hjá Róðrarsambandinum, har avtalan varð undirskrivað.

Róðrarsambandið hevur eisini gjørt avtalu við Betri grunnin, sum fer at stuðla kappróðrinum við góðkendum bjargingarvestum til øll feløgini, sum hava meldað manningar til FM róðrarnar.

Róðrasambandi boðar eisini frá at luttøkan í ár er væl hægri enn undanfarnu árini. 94 manningar hava meldað til kappingarárið 2020, av teimum eru 33 barnamanningar. 

Fyrsti róður verður í Klaksvík komandi leygardag 6. juni 2020.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður