Millum fremstu pianistar í Norðurlandahúsinum

2016-06-07 07:15 Author image
Dimma

Katrine Gislinge er pianistur úr Danmark. Seinastu árini hevur hon ment stil at vera ein tann besti og mest framtraðkandi norðurlendski klaverleikarin i Evropa, sigur Norðurlandahúsið, har hon spælir konsert í kvøld.

Katrine Gislinge er útbúgvin frá danska kongaliga konservatoriinum og hevði sína fyrstu konsert í 1992. Síðani hevur hon lisið víðari hjá navnframum kalverleikarum í New York, Yale og London.  

Hon hevur millum annað luttikið á týðandi festivalum, og hon hevur spælt saman við stórum tónleikarum og dirigentum. Harumframt hevur Katrine luttikið í hópin av útvarps- og sjónvarpssendingum, umframt at hon virkar sum dómari til fleiri stórar og viðurkendar klaverkappingar. 

Hon er eisini at hoyra í Den Danske Klavertrio, sum hon mannar saman við Lars Bjørnkjær violinleikara, Toke Møldrup selloleikara. 

Konsertin er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið og Konsertfelagið og verður klokkan 19.30 í kvøld, tann 7. juni.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður