Heimatíðindi

Karin tilnevnd sum ársins víntænari

Karin tilnevnd sum ársins víntænari

(Savnsmynd)

2018-05-22 13:20 Author image
Ingi Samuelsen

Karin Visth, ið er leiðari av virðisløntu matstovuni Koks saman við Poul Andrias Ziska, er í útnevnd til ein teirra, ið kann gerast ársins sommelier í Danmark í ár.

Tað er Den danske Spiseguide, sum skipar fyri at heiðra teimum, ið klára seg best í kongsríkinum, og í dag hevur maðurin aftan fyri guidina, Bent Christensen, avdukað hvørji tey tilnevndu eru til at gerast ársins sommelier.

Afturat Karin Visth eru víntænarar Mads Kleppe, Noma, Nikolaj Hyllested, Sortebro Kro, Mikael Båth, Geranium, og Simon Bjerre, Tabu.

Hvør fær heiðurin, verður avdúkað á einum serligum gallatiltaki á Marienlyst Strandhotel 28. oktober.

Í fjør var kokkurin Poul Andrias Ziska kosin ’Årets Kokkeprofil’ av Den danske Spiseguide.

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður